Facebook: Nú kemur "dislike" knøtturin

Facebook: Nú kemur "dislike" knøtturin
Nú kunnu vit skjótt bæði "lika" og "dislika". Les meir her
16.09.2015 - 19:15

Í gjár gjørdi leiðarin á Facebook, Mark Zuckerberg, tað alment, at arbeitt verður við at geva fólki møguleika at trýsta á "dislike" knøttin.

 

"Fólk hava spurt um "dislike" knøttin í fleiri ár... og í dag er ein serligur dagur, tí í dag fái eg sagt, at vit arbeiða við tí, og at ein roynd nokk skjótt verður klár."

 

Facebook hevur í langa tíð sagt, at tey ikki vilja at gera ein 'dislike' knøtt, og grundirnar eru týðiligar. Facebook vil ikki hava, at hann skal vera misnýttur. Tað er lætt at ein "dislike" knøttur kann føra til happing og annað keðiligt, sum ikki er ætlanin. Facebook arbeiðir tó nú við at gera ein 'dislike' knøtt, men spurningurin er, hvat tey ætla við honum?

 

"Vit vilja ikki hava Facebook at vera eitt stað, har tú kanst stemma gott ella ringt um, hvat onnur deila. Tað er ikki tann felagsskapin, vit vilja skapa. Eingin vil fáa nógv 'dislike', tá vit deila eina hending, sum liggur okkum nær."

 

Meiningin við knøttinum er at fáa møguleikan at vísa samkenslu og virðing, tá onnur deila keðiligar hendingar, har ein tummil upp ikki er hóskandi.

 

Hvat halda tit? Hevði ein "dislike" knøttur verið góður, ella er tað eitt vánaligt hugskot? 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.