Aksel telur framvegis 17 fólk í samgonguni

bannari
21.09.2015 - 08:33
Innlendis›Politikkur
Aksel telur framvegis 17 fólk í samgonguni
Løgmaður heldur ikki, at neyðugt er at gera nakað við politisku støðuna í løtuni

Hóast Annika Olsen er farin úr Framsókn, og samgongan bert hevur 16 tingsessir, telur Aksel V. Johannesen, løgmaður, framvegis upp í 17, tí Sonja Jógvansdóttir styðjar samgonguna.

Hann sigur tó, at ongar ætlanir eru um at biðja Sonju Jógvansdóttir koma upp í Javnaðarflokkin aftur.

Aksel V. Johannesen væntar, at Annika Olsen kemur aftur í tingið, tá ein tíð er fráliðin, og tá kann varalimurin hjá henni í fíggjarnevndini, sum eisini er úr Framsókn, taka við sum forkvinna í fíggjarnevndini.

Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Leygardag 14. november
Jambalaja - 141126
216417
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328