Kom við í Veitsluna

Kom við í Veitsluna
Sminkar tú tær, letur tú teg í og gert tú teg kláran upp á sama máta sum sjónleikararnir, áðrenn tú fert í Veitslu?
21.09.2015 - 17:00

- Og minnist til at senan skal ruddast, og alt skal gerast klárt, áðrenn vit fara heim. Tað skal ikki gerast klárt, tá ið vit møta. Tá skal tað longu vera klárt, sigur Marita Dalsgaard, leikstjóri, við leikararnar, áðrenn teir fara at fáa sær ein bita.

 

Leikararnir hava júst tikið leikin ígjøgnum, áðrenn teir skulu á pall aftur um tveir tímar. Tey hava framført í Løkshøll, og nú stendur Norðurlandahúsið fyri tørni. 

 


- Eg eri so autistisk. Hóast eg veit, at alt er komið á, so kanni eg eftir minst tríggjar ferðir.

 


Eta tit ordiligan mat?
- Nei, vit spæla sjónleik.

 


- Hetta er sum ein premiera om igen...
- Ná, men nú mugu vit seta okkum framman fyri speglið og fáa fasaduna.

 

 


- Altso, hetta sær so skitið út. Eg skilji tað ikki. Eg vaskaði tað jú í gjár.

 


- Okay, armar og bein eru okay, tá vit skifta, men so sleppa tit heldur ikki nærri!

 


- Hárlakkið fer inn í nøsina, so tey stritta. Tað skriðar so illa...

 

 

 


- Mann skal verða fortróligur við salin og hita upp ein-tveir tímar áðrenn. Tað skal koma heilt frá búkinum uttan at rópa. Tað skal hoyrast.

 


- Eg havi eina fasta rutina, tá eg hiti upp. Eg hiti altíð røddina upp, og so renni eg eitt sindur við oyramikrofonum. Men tað er ikki neyðugt at renna so nógv til hendan leikin, tí eg havi ein so heitan leiklut, sigur Hannis, ið spælir yngri bróðurin, Mikkjal.

 

 

Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu leikararnir fyrireika seg til eina sýning. Summi hava eina fasta rutinu, meðan onnur taka tað meira avslappað.

 


- Um tveir minuttir fara dyrnar upp. Eru vit við upp á tað? Áh nei, krykkurnar hjá abbanum duttu niður aftan fyri stólarekkjurnar. Bíða líka...

 


Krykkurnar eru funnar og eitt kappróp, áðrenn dyrnar verða latnar upp.

 

 

Ein lang veitsla við rómi, rokan í fjøruni og pínligari tøgn er komin at enda. Les eisini UMMÆLI av Veitsluni á Röddini. 

 


Gunvor Reynberg hevur 25 ára jubileum sum sjónleikarinna.

 


Fegin veitslufólk beint áðrenn tey skulu rudda upp og gera klárt til næstu sýning.

 

 

Myndir: © Hanna Vang

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.