Ummæli: Óhugnaligur og skemtiligur veitslurómur

Ummæli: Óhugnaligur og skemtiligur veitslurómur
Anda djúpt. Ein grøn røða pilkar við myrkar loynidómar, ið kunnu syndra eina familju og oyðileggja eina glæsiliga veitslu. Veitslan býður tær til óhugnaligan, skemtiligan og vakran sjónleik
20.09.2015 - 21:15

- Sjónleikur skal ikki bara vísast í Havn. Veitslan snýr seg um kynsliga misnýtslu, sum hendir um allar Føroyar, og tí skal leikurin eisini sýnast uttan fyri Havnina, sigur Kristianna Winther Poulsen, ið er framleiðari og hevur týtt leikritið úr donskum til føroyskt.

 

Børnini, familjan og vinir koma veitsluklødd saman til 65 ára føðingardagin hjá Helga Dýrindal-Joensen. Múgvandi maðurin, sum hevur arbeitt seg uppeftir, bjóðar øllum vælkomnum í stórfingna veitslu við gleði og gaman. Áðrenn farið verður til borðs, spælir Helgi eitt sindur falskt kenda sangin Meg minnist eina mynd á harmoniku. Falska spælið kann tulkast sum ein fyriboðan, at nostalgiska myndin hevur nøkur skarð og er skeiklað.  

 

 

Óhugnalig búkkensla

Huff, fleiri ferðir er neyðugt at halda um búkin og anda djúpt. Ikki bara eina ferð, men fleiri ferðir situr publikum sum á nálum. Tøgnin er ofta pínlig og long, og leikararnir duga at brúka hana til UG. Hvat tramin fer nú at henda? Og hví trýr ongin Kristjani? Pápin dugir eisini at sáa iva, um Kristjan nú hevur rætt. Hvørjum skal eg so trúgva? Nógvir tankar fara gjøgnum høvdið á einum undir leikinum og sanniliga eisini, tá leikurin er liðugur og skal sodnast eitt sindur.

 


Mynd: © Tormod Lindgren

 

Leikritið lystiliga lagað til føroyska veitslu

Veitslan er upprunaliga eitt filmsleikrit, sum síðan er gjørt til sjónleik. Veitslan, upprunaheiti Festen, er sýnd á palli í fleiri ymiskum londum í ymiskum versiónum. Marita Dalsgaard hevur fingið fríar teymar at gera við leikritið, sum henni lystir. Leikurin er lystiliga lagaður til føroysk viðurskifti og eina føroyska veitslu. Kristianna Winther Poulsen hevur týtt upprunaleikritið úr donskum til føroyskt, sum Sprotin hevur givið út í bók.

 

 

Ein avnoktandi pápi, ein senilur abbi og ein tigandi, samtykkjandi mamma

Í veitsluróma avdúkar elsti sonurin, Kristjan, ein familjuloynidóm. Pápin hevur misnýtt síni egnu børn. Hetta er sanniliga ein pínlig løta, og allir gestirnir sita sum paff. Hvat er nú satt? So líðandi kemur fram, at onnur enn pápin hava vitað av tí. Mamman hevur av misgáum sæð, men hevur heldur valt at hyggja burtur. Ein senilur abbi, sum einki minnist í dag, men vitnar allan ruðuleikan, kann hugsast at hava havt ein fingur í spælinum ella verið upprunin til alt.

 


Mynd: © Tormod Lindgren

 

Tað verður rokan í fjøruni, tá ið alt fer upp at geila. Pápin verður skuldsettur fyri at misnýta síni egnu børn, eitt bræv frá eini deyðari systur verður funnið, og ein sonur hevur verið ótrúgvur. Sum áskoðari ert tú mitt í rokanum. Alt hendir samstundis, og stundum veitst tú ikki, hvørjum tú skalt lurta og hyggja at. Ein konflikt gongur fyri seg ovast í trappunum, ein onnur gongur fyri seg á pallinum, meðan ein triðja gongur fyri seg mitt ímillum áskoðararnar. Mann kundi hugsað sær at fylgt við øllum, men tað er torført. Tú ert mitt í rokanum, og tað skalt tú eisini vera.  

 

 

Kroystur borðstjóri og ironisk happing

Í øllum sorgarleikinum situr tú kortini ofta og flennir. Senili abbin vil fleiri ferðir halda røðu, og borðstjórin má royna at steðga honum. Hetta er eisini væl kent í Føroyum, har røðari eftir røðara ofta vil halda langar og ofta einkissigandi talur við tí úrsliti, at borðhaldini gerast drúgv og keðilig. Harafturat skal borðstjórin halda veitslurómanum uppi og fáa fólk at vera verðandi.

 

Yngri beiggin er ikki nakar 'gentlemaður' mótvegis konuni og dámar væl at fáa sær eitt lítið. Og yngra systirin skiftir sjeikar í heilum. Hesa ferð hevur hon ein grønlendskan sjeik, sum verður happaður av bæði gestunum og Páll Finnur Páll. Eitt offur og sangval, sum liggur beint til høgrabeinið.

 

Tá ið gubbin seinni skálar og heldur eina við, at veitslan er fantastisk, kann mann ikki bara sær at flenna. Veitslan er forferdilig, og gestirnir hava bestan hugin at rýma.

 


Mynd: © Tormod Lindgren

 

Óskiljandi, men skiljandi

Í løtum má mann tamba sær oyruni bæði fyri at skilja og hoyra. Norðurlendskir leikarar eru samlaðir í norðurlendska húsinum í Føroyum. Salurin er stórur og áskoðararnir nógvir. Leikararnir megna tó ómetaliga væl at røkka út til allar áskoðararnar. Í løtum hoyrist ikki so væl, og tá ið leikararnir koma heilt fram at pallinum, sæst heldur ikki so væl. Hetta hevur tó lítla ávirkan á heildarupplivingina.

 

Les eisini: Kom við í Veitsluna

 

Tann, ið kanska hoyrist best, er helst ringast at skilja, nevnliga beiggin Mikkjal, sum tosar íslendskt-føroyskt. Bragdligur og ótolin veipar hann runt og ger ein øðiligan levint og gang. Minnir ikki sørt um ógvusligu lýsingarnar hjá Williami Heinesen. Hóast annað hvørt orð hjá Mikkjali er óskiljandi, so ivast mann ikki eina løtu í, hvat hann meinar við.

 


Mynd: © Tormod Lindgren

 

Makt, konflikt og vón

Elsti sonurin, sum kemur úr glæsiliga París, koppar øllum á høvdið. Í klædningi skarar hann eitt sindur burtur úr Dýrindal-Joensen familjuni, sum øll er í føroyskum klæðum. Hann stendur ógvuliga einsamallur í síni ákæru og hevur ilt við at fáa stuðul frá familjuni. Leikurin er ógvuliga kensluborin og lagnan tung. Komiskar útsagnir, stuttligir persónar og vakur sangur fáa teg tó bæði at flenna og gerast vónríkan.

 

Leikurin lýsir ógvuliga væl, hvussu torført tað er at koma fram við loynidóminum, at egni pápi tín hevur misnýtt teg, og hvussu stóra makt pápin hevur yvir soninum og familjuni. Stundum tykist tað, sum sonurin ivast í egnu ákæru síni. Hann sleingir nøkur orð út í eini talu mitt undir borðhaldinum, men torir ikki at konfrontera pápan andlit til andlits. Óhugnaligt og kyniskt.

 

6 av 6 møguligum R'um

 

Ein heilt einastandi góður, spennandi og forkunnugur leikur! Eitt týdningarmikið og viðkomandi evni. Og ikki minst framúrskarandi góðir og livandi sjónleikarar.

Far í Veitslu!

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.