Ummæli: Slør - Eitt myrkt, men lekkurt ískoyti

Ummæli: Slør - Eitt myrkt, men lekkurt ískoyti
Nýggja fløgan hjá Eivør stendur í kontrast til systurfløguna, men skapar eina hugfangandi heild við sínum myrku rútmum og framúrskarandi tekstum
27.09.2015 - 13:00

Í farnu viku gav Eivør fløguna Slør út, og ikki ber til at tosa um hesa fløguna uttan at taka fyrru útgávuna, Bridges við í umrøðuna. Slør er nemliga systurfløga til Bridges, ið kom út í mars. Upprunaliga var ikki ætlanin at gera eina systurfløgu, men tá Eivør skrivaði sangirnar til ensku fløguna, streymaðu føroyskir tekstir og ljóð samstundis eisini úr songkvinnuni og blivu til Slør. Talan er tí um tvær ymsar fløgur, ið tó hava sín uppruna úr sama tíðarrúmi og menningartilgongd.

 

Myrkur, føroyskur dámur

Tað er tó sera greitt, tá tú lurtar eftir Slør, at hon ikki einans er eitt framhald av Bridges, men heldur ein onnur útlegging av somu tonkum og kenslum; eitt slag av kontrastmynd. Har fyrra fløgan er mjúk, romantiskt og dreymakend, er Slør myrk, hvøss og rútmisk á ein 'eivørsligan' máta, sum er ótrúliga lekkurt, og eitt sindur forstýrandi í senn.

 

Fløgan leggur út við lagnum 'Silvitni', ið er eitt dapurt og rútmiskt lag við vøkrum og inniligum lýsingum, sum beinanvegin setur dámin fyri restini av fløguni. Huglagið heldur fram í lagnum 'Brotin', har eitt popput ljóð verður vovið uppí, og ein tekstur um dans í myrku náttini dregur teg inn í føroyska náttarlívið. Onkursvegna minnir hetta lagið meg um Byrta, hóast tað ikki ljóðar serliga elektroniskt.

 

Industriellar og ljósar løtur

Triðja lagið, 'Salt', haldi eg vera eitt av bestu løgunum á fløguni. Tað hevur eitt industrielt ljóð við maskinlíknandi dunum og rúmklangi, og enn einaferð er dámurin rættiliga tungur og myrkur. Eisini virkar tað sum um, at Eivør syngur lægri á hesum lagnum, enn hon vanliga ger, sum skapar eitt øðrvísi og áhugavert ljóð. 

 

Ikki fyrr enn lagið 'Mjørkaflókar' byrjar stemningurin í fløguni at ljósna eitt sindur og kennist sum ein lítil sólglotti, ið hevur megnað at troka seg ígjøgnum myrk skíggj. Hetta lagið er eisini einastandandi vakurt. Og ljóðið er sera inniligt, rørandi og bleytt í mun til restina av fløguni. Faktiskt minnir tað eitt sindur um Bridges, men tað føroyska málið skapar eitt annað ljóð, ið ikki hoyrist í fyrru fløguni. Teksturin er einastandandi vakur, og málið verður ein rútma í sær sjálvum í hesum lagnum.

 

Ikki alt fangar

Í næstu løgunum, 'Petti fyri petti' og 'Røttu Skógvarnir', er tað framvegis hesin lættari stemningurin, ið ræður. Serliga dámar mær væl fyrra lagið, ið er fitt, milt og hugnaligt. Røddin hjá Eivør er ikki fokus, sum hon kanska plagar at vera, og ljóðar næstan skroypilig, sum riggar ómetaliga væl. Í 'Røttu skógvarnir' hoyrist trampan av skógvum, og ljóðið er spælisjúkt og lætt. Hóast hetta ikki er eitt lag, sum fangar meg, og sum eg fari at lurta nakað serligt eftir, so hevur tað onkursvegna ein rættiliga føroyskan dám, sum mær dámar væl.

 

Tað spælisjúka heldur fram í lagnum 'Í Tokuni', har myrki dámurin eisini kemur aftur. Hetta lagið ljóðar eitt sindur for hvasst og skringrut í mun til, hvat mær dámar, sum ger tað strævið at lurta eftir. Tó er rútman feit, og lagið passar væl inn í heildina av fløguni. Men tað fangar meg ikki heilt og virkar mær ikki líka nærverandi ella rátt sum hini løgini.

 

Ymiskleikar smelta saman

Í 'Verð Mín' hoyrist, at tað lætta og spælisjúka rennur saman við tí dapra hugalagnum, ið vit merkja í fyrstu løgunum. Ljóðið minnir aftur eitt sindur um tað romantiska ljóðið, ið vit hoyra í Bridges, og hetta riggar bara heilt væl. Her byrjar øll fløgan at smelta saman í eina góða heild, og mann merkir, hvussu tætt at hvørjum øðrum tær báðar fløgurnar eru knýttar.

 

Vakrasta lagið á fløguni er heilt avgjørt 'Slør', sum fløgan eisini eitur eftir. Tað er ómetaliga sorgblýtt og rørandi og hevur onkursvegna ein sálmakendan dám, ið eg havi ringt við at lýsa. Í bakgrundini hoyrist okkurt, sum ljóðar næstan sum eitt elektroniskt urgul, og eisini hoyrist eitt klórandi ljóð, ið ljóðar mest sum ein likka, og leiðir hetta tankarnar til føroysku náttúruna. Røddin hjá Eivør er ljós og skapar saman við tungu rútmunum í bakgrundini eina feita kontrast. Tað er eitt spøkjandi ljóð, ið situr eftir í tær leingi, eftir tú hevur hoyrt tað.

 

Fløgan endar við eyðkenda lagnum, 'Trøllabundin', har Eivør við merkiligum hálsljóðum og brummutum fýsum skapar gandakenda dámin, ið hon er so kend fyri. Røddin er í hásæti, og mann verður borin aftur til konsertina á gøtusandi í ár, ella kanska heilt aftur í aðra øld, har gandur, trøll og huldufólk vóru eins verulig í huganum hjá fólkum sum seyðir, aldur og nakin fjøll. Sjálvt um hetta als ikki er mítt yndislag hjá Eivør, so riggar tað tó væl at enda fløguna við.

 

Slør togar teg heimaftur frá dreymaferðini

Hóast fløgan kanska inniheldur í so nógv elektropopput ljóð, í mun til hvat mær dámar, og okkurt lag ikki fangar meg heilt, so er púra greitt at hetta er ein einanstandandi góð fløga, og tekstirnir teljast millum teir bestu, ið hon hevur skrivað. 

 

Tað er eingin loyna, at tekstir hava nógv at siga fyri meg. Ein heil fløga kann verða fullkomuliga oyðiløgd í mínum eygum, um hon hevur vánaligar tekstir. Men tað liggur sera væl fyri hjá Eivør at skriva á føroyskum, og tekstirnir hava á onkran hátt meira nærveru, ella okkurt rátt yvir sær, í Slør, enn teir hava í Bridges. Marjun Syderbø Kjælnes hevur skrivað tríggjar av tekstunum: Salt, Verð Mín og Slør. Hesir skilja seg serliga burturúr, og eru einanstandandi góðir. Ljóðini í fløguni eru eisini meiri fangandi, enn vanligt.  Kanska er tað bara tað, at tú kennir teg aftur í lýsingunum í tekstunum, og at tungu maskinkendu ljóðini onkursvegna eru meira føroysk og verulig, meðan Bridges er meira fjar og bleyt

 

Eg elski Bridges og ta  nostalgisku dreymaverðina, hon lokkar teg út í. Men Slør lokkar teg ikki út í nakrastaðnis, tvørturímóti. Tú verður skrikt inn aftur inn í veruleikan, hørðu føroysku náttúruna, myrku náttina og inn í sálina á eg'num í fløguni, sum leingist út í heimin, og tað er faktiskt minst líka feitt. Við hesum báðum systurfløgunum er púra greitt, hvussu nógv Eivør hevur ment seg sum tónlistafólk. Frá at hava verið tjóðarskatturin, og allarhelst kendasta ímyndin av føroyskum fólkatónleiki, hevur hon ferðast gjøgnum nógv ljóð og tykist nú veruliga at hava funnið sítt egna.

 

Har eru ivaleyst fleiri, sum heldur vilja hoyra Eivør syngja fólkaligar kærleikssangir um móðurlandið, men í skrell við teimum. Eivør hevur aldrin ljóðað lekkrari, enn hon ger í Bridges, og hon hevur aldrin ljóðað ráari enn hon ger í Slør.

 

Slør fær 5 út av 6 R'um

 

NIðanfyri ber til at lurta eftir løgunum 'Salt' og 'Slør' av nýggju fløguni. Til ber at keypa fløguna á iTunes ella at lurta eftir allari fløguni á Spotify.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.