Her kundi SEV hugsað sær at bygt nýggja høvuðsborg

Her kundi SEV hugsað sær at bygt nýggja høvuðsborg
SEV hevur søkt Tórshavnar kommunu um forkeypsrætt í eitt ár til eitt grundstykki við Stórutjørn. Stykkið er millum 20.000 og 30.000 fermetrar
Nýggja høvuðsborgin hjá SEV verður kanska við Stórutjørn. SEV hevur søkt Tórshavnar kommunu um forkeypsrætt til eitt grundstykki við Stórutjørn
Mynd: Kort: Google Earth  
 
01.10.2015 - 12:07

Nýggja høvuðsborgin hjá SEV verður kanska við Stórutjørn. Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at tey hava leitað eftir hóskandi byggilendi i høvuðsstaðnum, og Stóratjørn er besta boðið.

Eingin avgerð er tó tikin um at keypa grundstykkið við Stórutjørn. Men SEV vil við umsóknini um forkeypsrætt tryggja sær, at stykkið við Stórutjørn er tøkt, um SEV vil sleppa at keypa tað.

Býráðið skuldi viðgera málið í gjárkvøldið, men viðgerðin varð útsett.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358