Áskoðarar sleppa kortini til landsdyst

Áskoðarar sleppa kortini til landsdyst
Tá føroyska ferðalagið, 75 fólk, kom til Budapest í gjár, fekk Fótbóltssambandið at vita, at áskoðarar kortini sleppa til dystin
Áskoðarar sleppa kortini til dystin millum Ungarn og Føroyar hóskvøldið, hevur UEFA gjørt av. Myndin er frá dystinum móti Grikkalandi á Tórsvølli í juni
 
06.10.2015 - 08:12

Men tað var alt ov seint hjá Fótbóltssambandinum at fáa tað at vita, tí FSF gavst at selja ferðir til dystin, tá boðini fyri trimum vikum síðani komu um, at bara nakrir heilt fáir áskoðarar úr hvørjum landi sluppu til dystin

SÍ EISINI Video: Landsdystur uttan áskoðarar

Tað varð gjørt, tí UEFA revsaði Ungarn fyri vánaligan atburð hjá áskoðarunum í dystinum móti Rumenia. Hetta kostaði FSF okkurt um 200.000 kr. í mistum inntøkum.

Okkurt um 40 áskoðarar úr Føroyum eru farnir til Budapest at síggja Føroyar spæla móti Ungarn hóskvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776