- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk seyðanossur og tónleikur á Fólkatingi
Fólkatingið hevur leingi verið ein partur av mentanarnáttini í Keypmannahavn, og í ár er einki undantak. Hesa ferð verða tað nývaldu fólkatingslimirnir, Magni Arge og Sjúrður Skaale, ið bjóða gestum vælkomnum á Christiansborg, har borðreitt verður við føroyskum mati, tónleiki og høvi verður at hoyra undirhaldandi politiskt kjak.
Kjak, tónleikur og hvítanýra
Umframt at Marius, Páll Finnur Páll og Jóhanna Norðberg Niclasen, ið koma at framføra, verður lætt og undirhaldandi politiskt kjak millum teir báðar fólkatingslimirnar úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi. Eisini sleppur tú at royna hvítanýru frá Krás og laks frá Bakkafrost.
Tiltakið verður fríggjakvøldið 9. oktobur frá 18.00-00.00. Fyriskiparar vænta, at nógvir gestir koma, og tí verður mælt til at koma í góðari tíð.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |