Eivør klár við nýggjari útgávu

Eivør klár við nýggjari útgávu
Føroyski sangfuglurin er aftur aktuell við nýggjari fløgu og ókeypis útgávukonsert
16.08.2015 - 23:45

Eivør hevur júst kunngjørt, at nýggja fløgan, sum kallast Slør, verður tøk í næstum. Í februar gav Eivør ensku fløguna Bridges út, og er Slør sostatt næsta fløgan, ið verður útgivin í ár. Sambært danska blaðnum, Gaffa, kemst hetta av, at fløgurnar eru tætt knýttar og eru meira sum systrafløgur heldur enn einstakar útgávur.

 

Les eisini: Ummæli: Eivør - Bridges

 

 "Tá eg skrivaði sangirnar, komu teir til mín á tann hátt, at um eg skrivaði ein tekst á enskum, so fylgdi ein føroyskur tekstur beint aftaná - eins og var tað eitt slag av spegilsmynd. Flestu sangirnir eru skrivaðir saman tveir og tveir," greiddi Eivør frá um systrafløgurnar í eini fráboðan til fjølmiðlarnar, har hon eisini kunngjørdi sína konsertferð í Danmark.

 

Les eisini: Alt rørist: Eivør/Ginman

 

Áðrenn songkvinnan fer víðari á konsertferð í Danmark, verður skipað fyri ókeypis útgávukonsert í Mentanarhúsinum í Fuglafirði 30. august kl 20:00, har Marius Ziska kemur at hita upp.  

 

Her hoyrir tú live-upptøku av sanginum 'Bridges', ið er av fløguni við sama heiti.

 

 
 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.