Løgtingsnevndir ikki valdar av nýggjum

Løgtingsnevndir ikki valdar av nýggjum
Undirtøka er ikki í Løgtinginum fyri at velja løgtingsnevndirnar av nýggjum. 13 atkvøður vóru fyri, 18 ímóti og ein blonk
Løgtingsnevndirnar verða ikki valdar av nýggjum. Tað er greitt, eftir at løgtingsfólk atkvøddu um uppskotið fyri løtu síðani
 
07.10.2015 - 14:18

Fyri einari viku síðani heittu Sambandsflokkurin, Fólkafokkurin og Miðflokkurin á løgtingsformann um at velja løgtingsnevndirnar av nýggjum sambært grein 24 í tingskipanini, nú Annika Olsen hevur lagt frá sær sum forkvinna í fíggjarnevndini, og aftur er uttanflokka á tingi.

Men áheitanin vann ikki frama. Tá atkvøtt varð um málið í tinginum seinnapartin, vórðu bert 13 atkvøður fyri og 18 ímóti. Ein atkvøða varð blonk.

Valbólkurin hjá samgonguni, Nýggjum Sjálvstýri og Sonju Jógvansdóttir hevur boðað frá, at Ruth Vang í Framsókn er farin í fíggjarnevndina í staðin fyri Anniku Olsen, og Ruth Vang er nú forkvinna í fíggjarnevndini.

Samstundis sum Annika Olsen fór úr fíggjarnevndini og Framsókn bað hon løgtingið um farloyvi í ein mánað. Joen Magnus Rasmussen úr fólkaflokkinum er nú varamaður á tingi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213