- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ætlar at spyrja landsstýrismannin um kostnaðin
Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir í Fólkaflokkinum ætlar at spyrja Henrik Old, landsstýrismann í samferðslumálum, um tunlarnar norður um fjall í Borðoynni.
Hon spyr um munin á kostnaðinum fyri at vita, um til ber at fara fyrr í gongd í Borðoynni, um verandi tunlar verða hækkaðir og breiðkaðir.
Vil eisini vita, hvussu verður við trygdini
Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttir sigur, at Rættarnevndin hjá løgtinginum, har sum hon var forkvinna í farna valskeiði, var í Sveis í mai í 2013 fyri at kunna seg um tunnilsgerð har.
Rættarnevndin fekk tá at vita, at tað er bíligari at hækka og breiðka tunlar enn at gera nýggjar. Løgtingskvinnan spyr eisini landsstýrismannin, um nakað verður gjørt við trygdina í tunlunum í Borðoynni.
Í verandi langtíðaríløguætlan hjá landinum eru tunlarnir Norður um Fjall raðfestir í 2021 til 2024. Á næsta tingfundi, sum verður 21. oktober, skal løgtingið atkvøða. um Henrik Old skal svara fyrispurninginum.