Tríggjar kommunur skylda meira enn eina álíkning

Tríggjar kommunur skylda meira enn eina álíkning
Fíggjarmálaráðið hevur givið Tvøroyrar kommunu loyvi til at skylda meira enn eina álíkning í eitt ár afturat
Tríggjar kommunur í Føroyum skylda meira enn eina álíkning. Tvøroyrar kommuna hevur søkt um og fingið loyvi til eisini at skylda meira enn eina álíkning næsta ár
 
12.10.2015 - 08:48

Tríggjar kommunur skylda meira enn eina álíkning. Fíggjarmálaráðið gav í 2013 Tvøroyrar kommunu loyvi til at vera oman fyri álíkningina til árslok 2015.

Men kommunan hevur søkt um og fingið loyvi til eisini at skylda meira enn eina álíkning næsta ár, upplýsir Fíggjarmálaráðið.

11,6 mió. í halli í 2014

Millum annað havnarútbyggingin og nýggjur fótbóltsvøllur gera, at Tvøroyrar kommuna skyldar meira enn eina álíkning. Tvøroyrar kommuna hevði góðar 11,6 mió. kr. í halli í fjør.

Íløgur fyri næstan 25 mió. kr., tær mestu í havnarútbygging, gera millum annað, at kommunan hevði hall í fjør og skyldar meira enn eina álíkning.

Nettoskuldin hjá Tvøroyrar kommunu var góðar 61,4 milliónir krónur við árslok 2014. Kommunan skyldar 36.000 krónur fyri hvørt fólkið í kommununi.

 

Tvær aðrar kommunur eisini

Vágs kommuna og Skopunar kommuna, skylda eisini meira enn eina álíkning. Men tær kommunurnar høvdu kortini avlop í fjør.

Um Vágs kommunu sigur Fíggjarmálaráðið, at nettoskuldin er so at siga ájøvn við eina álíkning. Kommunan eigur tí ikki at hava stórvegis trupulleikar av at fáa nettoskuldina niður um eina álíkning í 2015.

Um Skopunar kommunu siga tey í Fíggjarmálaráðnum, at seinnu árini hevur kommunan gjørt lítlar og ongar íløgur.

Verður gongdin í rakstrinum tann sama, er møguleiki fyri, at nettoskuldin hjá Skopun kann koma niður um eina álíkning um ársskiftið 2015/2016, heldur Fíggjarmálaráðið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809