Royna at áseta heildarkvotuna fyri næsta ár

Royna at áseta heildarkvotuna fyri næsta ár
Í dag fara strandarlondini Føroyar, Noreg og ES, sum í fjør gjørdu fimm ára semju um makrelin, at royna at áseta heildarkvotuna fyri 2016
Strandarlondini fara nú at royna at semjast um heildarkvotuna fyri makrelfiskiskapin í 2016
 
20.10.2015 - 09:19

Sambært semjuni eiga Føroyar 12,6 prosent av heildarkvotuni. Greitt er, at føroyska kvotan næsta ár verður nógv minni enn í ár. Í ár er kvotan 133.000 tons.

Næsta ár verður hon í ringasta føri 84.000 tons, um londini í makrelsemjuni gera, sum fiskifrøðingarnar í ICES siga. Gera londini sum í ár og leggja nakað afturat, verður føroyska kvotan 97.000 tons.

SÍ EISINI Samráðingar um uppsjóvarfisk

Tilmælið hjá ICES um makrelin næsta ár er 667.000 tons, sum eru 36 prosent minni enn heildarkvotan er í ár. Føroyar hava eins og ES og Noreg bundið seg til at gera eftir tilmælinum hjá ICES hetta til 2018.

Føroyar hava formansskapin í samráðingunum, sum vera í Clonakilty í Írlandi í dag, í morgin og hósdagin. Føroyar hava boðið Grønlandi, Íslandi og Russlandi við sum eygleiðaralond.

Umframt at áseta heildarkvotuna fyri 2016 skulu londini royna at semjast um eina langtíðar umsitingarstrategi fyri makrelstovnin.

SÍ EISINI ICES: Nógv minni makrelkvota til Føroyingar

Tað var óvæntað, at ICES mælti til at minka makrelfiskiskapin so nógv, tí í summar segði fremsti norski makrelfrøðingurin, Leif Nøttestad, at ovmikið er til av makreli, so tað ræður bara um at fiska sum mest.

Men kanningarnar, sum eru gjørdar undanfarin summur, hava fingið fiskifrøðingarnar í ICES at rópa varskó, hóast stovnurin ikki er í vanda.

Í føroysku sendinevndini, sum er farin til Írlands, eru umframt føroyska samráðingartoymið, umboð fyri Vørn, Felagið Nótaskip og Reiðarafelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952