Fleiri kvinnur enn menn kanna seg fyri klamydia

Fleiri kvinnur enn menn kanna seg fyri klamydia
Nógv fleiri kvinnur enn menn í Føroyum lata seg kanna fyri kynssjúkuna, klamydia. Í 2014 fingu 142 vaksnir føroyingar staðfest sjúkuna
142 vaksnir føroyingar fingu staðfest kynssjúkuna, klamydia í 2014. Fleiri kvinnur enn menn lata seg kanna fyri sjúkuna í Føroyum
 
27.10.2015 - 10:21

Í heilsufrágreiðingini fyri 2014 hjá landslæknanum sæst, at í fjør vórðu 1020 kvinnur og 372 menn kannaðir. Av kvinnunum fingu 88 staðfest klamydia, og 54 menn.

Hjá kvinnunum eru tað serliga tær 15 og 34 ára gomlu, sum lata seg kanna, og hjá monnum eru teir flestu millum 20 og 24 ár. Børn verða eisini kannað fyri klamydia.

Í fjør vóru níggju dreingir, yngri enn eitt ár, kannaðir, og ein hevði sjúkuna. Átta gentur yngri enn eitt ár vórðu kannaðar, men eingin hevði sjúkuna, sæst í heilsulýsingini hjá landslæknanum.

Í 2008 og í 2009 vórðu meira enn 200 tilburðir av klamydia skrásettir. Tá sendi landslæknin út fráboðan um viðgerð og fyribyrging, og síðani tá eru tilburðirnir fækkaðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086