Tí fær hann 9,6 milliónir krónur í fráfaringarløn

28.10.2015 - 12:28
Innlendis›Vinna
Tí fær hann 9,6 milliónir krónur í fráfaringarløn
Hoyr nevndarforkvinnuna í BankNordik greiða frá, hví fyrrverandi forstjórin í BankNordik fær útivið 10 milliónir fyri at gevast í starvi sínum

Fyrrverandi stjórin í Bank Nordik, Janus Petersen, fekk 9,6 milliónir krónur við sær, tá hann var sagdur úr starvi fyri einum góðum mánaði síðan.

Hetta svarar til tríggjar árslønir hjá fyrrverandi stjóranum, og hetta er ein avtala, sum sitandi nevndin gjørdi, tá Janus Petersen varð settur í starv, sigur Stine Bosse, nevndarforkvinna í BankNordik.

Í altjóða høpi er ein upsagnartíð upp á trý ár óvanliga long, men nevndin hevur avrátt at fylgja avtaluni, sigur Stine Bosse.

Landið eigur ein triðing av BankNordik gjøgnum Fíggingargrunnin frá 1992. Landsstýrið og danska stjórnin stovnaðu grunnin 2. november 1992 sum eitt lið í bjargingini av teimum stóru føroysku bankunum, Føroya Banka og Sjóvinnubankanum.

Landstýrismaðurin í fíggjarmálum velur formannin og tríggjar limir í Fíggingargrunninum. Limirnir velja sjálvir fimta limin.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672