Vinningurin var størri í fjør

Vinningurin var størri í fjør
Bakkafrost hevði 212 milliónir krónur í vinningi fyri skatt í triðja ársfjórðingi. Í fjør var úrslitið 43 milliónir betri
Vinningurin hjá Bakkafrosti var størri triðja ársfjórðing í fjør samanborið við triðja ársfjórðing í ár. Størri kostnaður er høvuðsorsøkin
 
03.11.2015 - 09:57

Eftir skatt var úrslitið hjá Bakkafrosti 168 milliónir krónur  Tað var 211 milliónir krónur í triðja ársfjórðingi í fjør.

Størri kostnaður er í høvuðsheitum orsøkin til, at úrslitið er heldur lakari í ár, sigur Regin Jacobsen, stjóri, í tíðindaskrivi, Bakkafrost sendi út í morgun.

Allar deildirnar hjá Bakkafrosti góvu avlop í triðja ársfjórðingi. Bakkafrost væntar at taka 50.000 tons av laksi í ár og 48.000 tons næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. oktober
Kultura - nýggi pallistafestivalurin VERK
197843
Mikudag 1. oktober
Skratsj 1. oktobur 2025
197825
Mikudag 1. oktober
Tá børnini ikki vilja leggja seg
197820
Mikudag 1. oktober
Morgunlestur mikudagur 1.oktober 2025
197564
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
197829
Týsdag 30. september
Veðrið
197788
Týsdag 30. september
Tá lívið gerst ov tungt - teknmálstulkað
197769
Týsdag 30. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
197762