Kommunurnar í strið við landsstýrið

Kommunurnar í strið við landsstýrið
Kommunufelagið góðtekur ikki ætlanirnar hjá landsstýrinum um at lækka botnfrádráttin hjá kommunum
Heðin Mortensen er formaður í Kommunufelagnum
 
22.11.2015 - 14:19

Kommunurnar vilja hava fult endurgjald fyri skattalættan hjá landsstýrinum. Og tað skal ikki vera við tøkugjaldi og MVG-afturbering, men krónu fyri krónu.

Tað sæst í brævi, sum Kommunufelagið hevur sent landsstýrinum efir ein fund í stýrinum fyri Kommunufelagið í fyrradagin.

Í brævinum sigur Kommunufelagið, at eitt samt stýri í felagnum kann ikki góðtaka ætlanirnar hjá landsstýrinum, so sum tær fyriliggja í løtuni. Kommunufelagið sigur, at inntøkurnar hjá kommununum við uppskotinum hjá landsstýrinum um at hækka botnfrádráttin hjá kommununum úr 30.000 upp í 45.000 kr fer at kosta kommununum 111 mió kr tilsamans.

Kommunufelagið sigur, at tey hava verið á fundi við Fíggjarmálaráðið, og har hevur verið semja um, at skattabroytingin ikki skuldi kosta kommununum nakað, men at kommunurnar skuldu fáa aðrar inntøkur ístaðin.

Tær vísa eisini á, at tær hava lagt seinastu hond á fíggjarætlanirnar fyri næsta ár, og tí ber ikki til at áleggja teimum nýggjar útreiðslur.

Landsstýrið hevur boðað frá, at kommunurnar afturfyri m.a. skuldu fáa part av tøkugjaldinum og fulla MVG afturbering.

Men hetta er ikki nóg gott, tí MVG afturberingin rakar kommunurnar sera ymiskt, og serliga kommunur, sum eru illa fyri frammanundan, fara at missa inntøkur av hesum leistinum. 

Samanumtikið fara kommunurnar sannlíkt at missa 10 tals milliónir í samband við skattalættan, sum landið letur, samstundis sum kommunurnar longu hava latið skattalættar fyri aðrar 10tals milliónir í kommunuskattinum. Tvær tær størstu kommunurnar hava t.d. samtykt at lata útvið 30 mió. kr. í skattalætta, sigur kommunufelagið í brævinum til Fíggjarmálaráðið. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952