- Tíðindi, mentan og ítróttur
Filmslistafólkið velur yndisfilmar
Alien
Leikstjóri: Ridley Scott
Ár: 1979
Mál og land: enskt og USA/Ongland
Longd: 117 minuttir
Eitt sindur um filmin:
Rúmdarfarið ”Nostromo” fær eitt løgið signal frá eini ókendari gongustjørnu. Rúmdarfararnir kanna málið á ókendu planetini uttan úrslit, men fáa her eitt vandamikið ‘alien’ umborð á rúmdarfarið.
Hetta er ein mílateinur innan sci-fi sjangruna. Tá hann kom út, spjaddi filmurin ræðslu, tí hann var so ógvisligur.
Hví dámar tær júst hendan filmin?
Mær hevur altíð dámt sci-fi, og hesin filmurin var líkasum tann, ið byrjaði alt. Filmurin hevur lágt tempo í mun til filmar í dag, men tað er eisini tað, sum ger hann so sermerktan. Stemningurin verður spakuliga bygdur upp, soleiðis at klimaksið verður so nógv meira ræðandi.
Special-effektirnar eru øgiliga væl gjørdar og “ektaðar” í mun til nú. Í dag verður nógv animerað, og hetta kann kanska gera, at hyggjarin ikki hugsavnar seg um søguna á sama hátt. Tónleikurin er eisini perfekt komponeraður til filmin, og filmurin er filmslistarliga ógvuliga vakur.
Mær dámar stórt sæð alt, sum Ridley Scott ger, sera væl, men Prometheus skuffaði tó ógvusliga.
The Avengers
Leikstjóri: Joss Whedon
Ár: 2012
Mál og land: enskt og USA
Longd: 143 minuttir (173 extended cut)
Eitt sindur um filmin
Nick Fury savnar saman toymið “The Avengers” at bjarga heiminum frá tí ónda Loka, tí hann hevur stolið eitt sera farligt vápn.
Hví dámar tær júst hendan filmin?
Hendan filmin havi eg valt, tí hann stutt sagt bara er gott undirhald. Søgan er løtt, væl skrivað og proppað við action. Mann kann bara kobla av og njóta filmin uttan at keða seg. Mær dámar eisini sera væl langa bardagabrotið, tí tað er so væl samansett, og eg haldi, at leikstjórin vísir yvirskot við at javnviga humor og action/álvara so væl.
The Wind Rises
Leikstjóri: Hayao Miyazaki
Ár: 2013
Mál og land: japanskt, týskt, franskt og italienskt / Japan
Longd: 126 minuttir
Eitt sindur um filmin
Vit fylgja Jiro frá tí, at hann er lítil, til hann verður stórur og teknar flogfør til annan heimsbardaga.
Hví dámar tær júst hendan filmin?
Sum heild dámar mær væl stílin og einføldu, men sterku frásagnirnar hjá Hayao Miyazaki. Allir hansara filmar hava temu sum kríggj, umhvørvi, og hvussu heimurin kann oyðast, um ikki vit ansa eftir honum. Bakgrundirnar og animatiónirnar eru sera, sera vakrar og ser-japanskar, og hetta dámar mær ógvuliga væl. Eisini er tónleikurin væl komponeraður til at undirbyggja søguna.
Eg haldi, at hetta er ein lívsjáttandi filmur, tí hann er fullur av kenslum, og mann líkasum fer gjøgnum sítt egna lítla ‘Katharsis’ ella sálarreinsan.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |