Kommunan vil ikki siga hvat trappan kostar

Kommunan vil ikki siga hvat trappan kostar
Almenningurin fær hvørki at vita, hvussu nógv nýggja trappan í Vágsbotni í Havn fer at kosta, ella nær arbeiðið verður liðugt
Tórshavnar Kommuna vil ikki geva innlit í dagførdar kostnaðarmetingar. Tað vil siga, hvat arbeiðið verður mett at kosta at gera sonevndu uppihaldstrappuna í Vágsbotni
 
26.11.2015 - 18:11

Í mars samtykti Tórshavnar Býráð at játta góðar 2,7 mió. kr. til nýggju uppihaldstrappuna, sum hon verður nevnd. Smápartafelagið Andrias Berg átti lægsta tilboð, tá arbeiðið varð boðið út.

Teirra tilboð var góðar 2,3 mió. Afturat hesum kostnaðinum koma útreiðslur til ráðgeving og projektering. Sambært tíðarætlanini skuldi meginparturin av arbeiðnum vera liðugt til Voxbotn, ið varð hildið 27. juni.

Síðani skuldi síðsta arbeiðið við trappuni verða liðugt á ólavsøku. Uppihaldstrappan er partur av miðbýarætlanini hjá Tórshavnar kommunu. Partur av arbeiðnum er at fríðka um økið á Bryggjubakka.

Siga talan er um innanhýsis arbeiðsskjøl

Arbeiðið at fríðka um økið á Bryggjubakka skuldi sambært tíðarætlanini verða liðugt í september. Arbeiðið er tó ikki liðugt, og verri enn so. Sambært nýggjastu tíðarætlanini hjá Tórshavnar kommunu verður ikki klárt at leggja trapputrinini fyrr enn í januar.

Eisini el-arbeiðið er nógv seinkað, og byrjar ikki fyrr enn í januar, sambært nýggjastu tíðarætlanini. Tórshavnar Kommuna vil ikki geva innlit í dagførdar kostnaðarmetingar. Tað vil siga, hvat arbeiðið nú verður mett at kosta.

- Talan er um innanhýsis arbeiðsskjøl, ljóðar grundgevingin frá umsitingini hjá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040