19 síður: Her eru svarini hjá Heðini Mortensen

19 síður: Her eru svarini hjá Heðini Mortensen
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, vildi ikki gera bandaða samrøðu í sendingini, Heðin & Havnin. Hann valdi heldur at senda okkum hesi svarini
Borgarstjórin í Havn vildi ikki luttaka til bandaða samrøðu í sendingini, Heðin og Havnin. Les svarini, hann í staðin sendi Kringvarpinum skrivliga, í greinini her
Mynd: Avrit úr samskiftinum  
 
07.12.2015 - 19:00

Heðin Mortensen og Javnaðarflokkurin fekk suverenan meiriluta í býráðnum og allir honir flokkarnir komu við í samgongu. Ongin andstøða var í býráðnum.

Trý ár eru nú farin av triðja skeiðnum hjá Heðini Mortensen sum borgarstjóra. Hesi árini hevur Heðin Mortensen fingið eina serstøðu sum ein tann valdmiklasti persónurin í føroyska samfelagnum, sum umsitur umleið 800 milliónir krónur um árið - at kalla einræðis.

Vildi heldur svara spurningum skrivliga

Í sendingini Heðin & Havnin, sum Kringvarpið sendir eftir Dag & viku í kvøld, verður hugt nærri at fíggjarligu viðurskiftunum í Tórshavnar kommunu hesi seinastu árini.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, vildi ikki gera samrøðu til sendingina. Fríggjadagin svaraði hann eini røð av spurningum skrivliga.

Svarini, sum tilsamans eru 19 síður, kunnu lesast her: Skrivligu svarini til Kringvarpið (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655