- Tíðindi, mentan og ítróttur
Zero Waste Føroyar
Hvat?
- Zero Waste er ein lívsstílur ella lívsáskoðan, sum rætt og slætt merkir, at tú roynir at liva eitt burðardygt lív og so vítt gjørligt ikki framleiðir rusk. Tað snýr seg um at lata eftir sær so fá kolevnisspor sum gjørligt. Ein zero-wastari gongur til dømis ikki inn fyri einnýtis lutum, skilir sítt rusk, endurnýtir og velur burðardyggastu loysnina fyrst.
Tað eru nógvir fyrimunir við at liva á hendan hátt. Ikki bara tað, at tú sleppur frá at fara út við skrellinum; nógvur peningur verður spardur í og við at alt kann endurnýtast, tú byrjar at eta heilsubetri, og tað er gott fyri umhvørvið. Og ikki nokk við at tað er burðardyggari at skrotta plastið, men so er tað eisini nógv vakrari at fylla heimið við lutum úr træi, glasi og rustfríum stáli.
Við at brúka tey fimm R’ini, zero waste mantraið, ber til at minka munandi um sítt burturkast. Tey eru:
- Refuse – takka nei til ting, tú ikki hevur tørv á.
- Reduce – minka um tína nýtslu.
- Reuse – endurnýt tað, sum tú longu hevur.
- Recycle – nýt tingini aftur á nýggjar hættir
- Rot – kompostera restina.
Les eisini: Una bloggar um at skula velja ímillum vistfrøði ella plastikk
Hvør?
- Zero Waste er fyri øll, sum ynskja ein betri heim og ynskja, at eftirkomar okkara skulu hava møguleika at síggja vøkru jørðina, sum er full í undurleika.
Hví?
- Tí, um vit halda fram við at liva, sum vit gera, eftir brúka-og-koyr-vekk mentalitetinum, er framtíðin ikki vøkur. Tað krevur ikki tað stóra umframt hugburðsbroyting at byrja at liva á henda hátt. So skjótt tú gert varug/ur við tað, byrjar tú at síggja plast allastaðni og ónyttuna við tí, tá tað eru so nógvar betri og burðardyggari loysnir upp á tað sama.
Tað, sum mann kann gera, sum er ræðuliga gott, er at gera matvøruhandlarnar varugar við tað sama, og fáa teir at innsíggja, at tað er ein trupulleiki, at alt er pakkað inn, og sumt í fleiri løgum, sum saktans kann umgangast. Tí innpakking er helst ikki nakað, stjórin í til dømis Miklagarði hugsar um. Hjá honum er tað jú bara business. So tað, mann kann gera, sum ávirkar, er at gerast varugur og rópa upp, og á tann hátt gera onnur varug.
Les eisini: Una gevur hugskot til jólagávur, sum ikki kunnu pakkast inn
Hvørja ávirkan hevur tað havt inntil víðari?
- Mann broytir ikki nógv persónliga, men tað eru øll, sum mann inspirerar, sum tilsamans eru broytingin. Franski Zero Waste felagsskapurin hevur t.d. klárað at banna plastposum í Frankaríki.
Una er tann, ið hevur byrjað tann føroyska Zero Waste Facebook bólkin, og skrivar javnan um hugtakið á blogginum, nordanlot.wordpress.com.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |