- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Besta listin kemur úr stríði og sorg
Hóast Hamferð vunnu Wacken Metal Battle fyrst her heima og síðani stóru atljóða kappingina í Týsklandi, valdi bólkurin at takka nei til ein plátusáttmála, sum stóra týska plátufelagið Nuclear Blast bjóðaði teimum. Ístaðin verður tað Tutl, ið gevur komandi fløgu teirra út, sum kemur út í næstum.
- Nýggja fløgan snýr seg um ein pápa og ein son, sum fara á fjall. Ódnarveður legst á teir, og faðirin missir sonin, greiðir forsangarin Jón Hansen frá.
Spurdur, á hvønn hátt nýggja fløgan skilir seg frá tí EPini "Vilst er síðsta fet", sum kom út í 2010, svarar Theodor Kapnas, gittarleikari:
- Hon koyrir eftir sama hookinum. Hon er seinni, men skjótari. Tyngri, men meira melodisk.
Takkaðu nei til stóran plátusáttmála
Í 2012 vunnu Hamferð fyrstu tungmálms-tónleikakappingina í Føroyum, Wacken Metal Battle Föroyar 2012. Síðani sluppu teir víðari til altjóða kappingina í Týsklandi fylgjandi august, har teir fóru við sigrinum. Her vunnu teir eitt sindur av útgerð (2x guitarar frá Washburn, eitt skálasett frá Paiste og ein Marshall forsterkara) og eitt tilboð um ein plátusáttmála við Nuclear Blast, sum eisini hekk saman við einari konsert á Wacken 2013. Teir vóru tó noyddir at takka nei til plátukontraktina og spæla tískil heldur ikki á Wacken í ár.
- Tað hava ikki verið stórar avleiðingar av, at vit takkaðu nei til plátusáttmálan. Vit hava alla tíð verið greiðir um ætlanir okkara og vóru ósamdir við plátufelagnum. Fólk hava reagerað væl og halda, at tað er feitt, at vit ikki bukka undir fyri nøkrum, vit ikki standa inn fyri, ljóðar frá Jón.
Hvat er Hamferð?
John Egholm (gittar) stovnaði bólkin í 2008 fyri at royna okkurt nýtt. Dómadagsmálmur var tá púra óroyndur í Føroyum og er enn ikki komin reiðiliga undan kavi.
Bólkurin framfördi á fyrsta sinni til GBOB (Global Battle of the Bands) sama árið við einum langum sangi, sum teir framvegis spæla í dag - nevniliga Ódn. Ætlanirnar vóru ikki at skapa nakað stórt, men limirnir vóru ógvuliga glaðir fyri úrslitið og gjørdu av at halda áfram at spæla.
Tað var kortini ikki fyrr enn í 2010, at bólkurin veruliga kom fram í Føroyum, tá hann vann tónleikakappingina Sement og fekk høvið at spæla á G! og Summarfestivalinum. Seinni sama árið góvu teir út EPina Vilst Er Síðsta Fet, sum varð ógvuliga væl umtókt.
- Føroyar hava øgiliga nógv at siga fyri tónleikin hjá okkum. Tað er serliga føroyska náttúran, veðurlagið og huldusøgurnar, sum fanga meg. Og so sjálvandi tað í mær, kenslurnar í forhold til søgurnar. Mann følir tað, tá man gongur úti, alt er so náttúru-nært, greiðir Jón frá.
Dapurleikin er partur av Føroya søgu; tað hevur ikki verið lætt at búð her fyrr, og fólk savnaðust um sorg og deyða. Nærleikin við dapurleikanum er framvegis stórur partur av okkum í dag.
Tekstirnir hjá Hamferð eru heldur óbeinleiðis sorg; tá ein er komin úr sorgini og varpar aftur á hana.
- Besta listin kemur úr stríði og sorg. Eingin góður sangur er um "Áh, sólin skínur, vit eru øll so glað í dag" - jú, sjálvandi, tað ber til, men tað eru teir sorgarbundnu sangirnir, sum festa seg, sigur Jón.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |