Príslækking kostar Strandferðsluni 18 milliónir

Príslækking kostar Strandferðsluni 18 milliónir
Leysliga mett missa Strandfaraskip Landsins 18 mió. kr., um ferðaseðlarnir skulu kosta tað sama sum tað kostar at koyra í undirsjóvartunlunum
Skulu allir ferðaseðlar á sjónum kosta 40 kr. og allir ferðaseðlar við Bygdaleiðum 20 kr., kostar tað stovninum 18 mió. kr. í mistari inntøku og størri útreiðslum
 
17.12.2015 - 09:25

Skulu allir ferðaseðlar á sjónum kosta 40 kr. og allir ferðaseðlar við Bygdaleiðum 20 kr., kostar tað 18 mió. kr. í mistari inntøku og størri útreiðslum hjá Strandferðsluni.

Tað sigur Samferðslumálaráðið í svari til Fíggjarnevndina. Men ráðið leggur samstundis dent á, at illa ber til at samanbera ferjur, bussar og tunlar, tí prísskipanin hjá Strandferðsluni og undirsjóvartunlunum er ikki tann sama.

Fíggjarnevndin spurdi eisini, hvussu nógv ein túrur aftur og fram afturat í ferðaætlanini hjá Smyrli kostar. Hann kostar 1,8 mió. kr. um árið, 1,2 milliónir í olju og 600.000 kr. til manningina.

Biðja ikki um eykajáttan til olju í 2016

Samferðslumálaráðið lovar Løgtinginum, at biðið verður ikki um eykajáttan til olju næsta ár. Strandfaraskip Landsins hava gjørt avtalu um fastan prís fyri gassolju fyri eitt heilt ár, sum byrjar 1. februar í 2016, tá Smyril eisini fer frá tungolju til gassolju.

Um oljuprísurin hækkar næsta ár, verður ikki neyðugt at biðja um eykajáttan at keypa olju fyri, sigur Samferðslumálaráðið. Strandfaraskip Landsins hava keypt olju fyri 27 mió. kr. í avtaluni um fastan prís.

Til samanberingar kostaði olja Strandferðsluni 55 milliónir krónur í 2012. Tað árið var neyðugt at biðja um 12 milliónir krónur í eykajáttan til olju.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980