Í menniskjum er góður tokki – eisini í ungum

Í menniskjum er góður tokki – eisini í ungum
Hósdagin, 17. desember skipaði PolUng (Politisk Ung) fyri einari stuðulskonsert í Perluni til frama fyri átakinum “Í menniskjum góður tokki”. Tónleikarar sum Jens Marni, Signar í Homrum, Høgni Reistrup og Elinborg Pálsdóttir framførdu
20.12.2015 - 13:30

Bjarni Rasmussen skrivar

 

Hvat er “Í menniskjum góður tokki”?

Í menniskjum góður tokki er eitt átak, sum Annlis Bjarkhamar stovnaði í 2010. Átakið er til frama fyri barnafamiljur, ið eru fíggjarliga skerdar.

Teirra høvuðsmál er at veita fíggjarligt ískoyti til børn, soleiðis at tey kunnu vera ein partur av omanfyri nevndu punktunum á jøvnum føti við onnur føroysk børn:

  • Halda jól
  • Halda føðingardag
  • Íðka frítíðarítrív

 

Familjur søkja sjálvar um stuðul, og síðan 2010 hevur “Í menniskjum góður tokki-átakið” glett 2000 føroyskar familjur og 3900 føroysk børn. 5.7 mió. kr. eru latnar til jólahjálp, frítíðarvirksemi og føðingardagar. Átakið er mest virkið um jólatíð.

 

Í dag er tað Barnabati, sum rekur “Í menniskjum góður tokki.”

 

Fyriskipan og “outcome”

Sum sagt var tað PolUng, ið skpaði fyri tiltakinum. PolUng er ein samstarvsfelagsskapur millum øll ungmannafeløgini í Føroyum.

 

Eg prátaði við Barbaru Gaardlykke Apol, forkvinnu í PolUng, og lýsir hon teirra virksemi soleiðis:

- Fyri tað mesta royna vit at skipa fyri kjakfundum og arbeiða fyri, at ungdómspolitikkur, sum heild, kemur meiri fram í ljósið.

 

Barbara heldur, at hetta er fyrstu ferð, at PolUng hevur skipað fyri einari stuðulskonsert.

 


Nevndin í PolUng frá vinstru: Rói, Elsa, Pætur, Barbara, Hákun og Bjarni

 

Spurd um, hvar íblásturin til at skipa fyri átakinum kom frá, svarar hon, at Barnabati setti seg í samband við PolUng, og heitti á tey at skipa fyri onkrum í samband við jólahjálpina. Tað gingu ikki meir enn tveir tímar, fyrr enn øll í PolUng vóru samd um at skipa fyri einari stuðulskonsert.

 

PolUng hevði ikki langa tíð at seta tiltakið saman, tí “Í menniskjum góður tokki” steðgaði við at savna inn tvær vikur eftir áheitanina; so tað varð arbeitt skjótt og intenst. Tó, við dyggum stuðli frá øllum, tey settu seg í samband við, var hetta lætt orðnað.

Um jóltíðir eru fólk ógvuliga upptikin, men tað gekk tó skjótt at fáa tiltakið upp at koyra. HJá onkrum lá ikki fyri at koma, men tey flestu sýndu vælvild og góvu sítt íkast til tiltakið. 

 

- Fólk vildu beinanvegin hjálpa. Tað var eingin, sum beinleiðis segði nei. Sjálvandi var tað hjá onkrum, at tað ikki lá fyri, men ikki eina ferð upplivdu vit nakran siga: “Nei, hesum vil eg ikki stuðla.”  Nærum alt fingu vit ókeypis: Perluna, matin, tónleikin o.s.fr. Onkrar fáar útreiðslur vóru, men tað var so tað.

 

Signar og Jens Marni vóru tveir av luttakurunum

 

Aðalskrivarin í “Í menniskjum góður tokki,” Djóni Ejdesgaard, greiddi mær frá, at virksemið hjá átakinum er ógvuliga stórt í desembermánað. Flestu tiltøkini, sum eru til frama fyri átakinum, eru ikki einans fyriskipað av Barnabata, men ístaðin av sjálvbodnum fólki í samstarv við Barnabata.

 

Hjartalagið er gott millum føroyingar

Føroyingar eru sinnaðir at stuðla, men tað virkar tó sum, at vit bert skulu hava eitt lítið “push” ella áminning, áðrenn vit gera tað.

Hvørji jól plagar “Í menniskjum góður tokki” at savna uml. 1 mió. kr., og Djóni Ejdesgaard væntar ein lítlan vøkstur í stuðli í ár í mun til 2014.

 

Átakið í Perluni savnaði uml. 5.000 kr inn, og fer allur peningurin óskerdur til Barnabata.

Eini 50 ella fleiri leitaðu sær oman í Perluna hóskvøldið, har flest vóru ung. Barbara er sera fegin um undirtøkuna og tiltakið.

 

- Tiltakið riggaði væl, og sum heild hava afturmeldingarnar verið positivar. Vit eru væl nøgd.

 

 

Tað er eitt cliché orðafelli, at jólini ikki snúgva seg um at fáa, men ístaðin at geva, og ábendingar eru um, at føroyingar hava tikið júst hetta til sín. Mangir føroyingar gera nú megnar arbeiði, soleiðis at øll skulu kunna hava eini hugnalig jól, við øllum, ið har hoyrir til.. rík sum fátøk.

 

Kelda: takk.fo

 

Myndir frá tiltakinum

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.