Hann bleiv 69 ár: David Bowie deyður

Hann bleiv 69 ár: David Bowie deyður
Sangarin og tónaskaldið, David Bowie, er deyður eftir at hava stríðst við krabbamein í 18 mánaðir
David Bowie, ein tann mest fagnaði popp- og rokktónleikarin í nýggjari tíð, er deyður, 69 ára gamal. Her avmyndaður á konsert í 2003
Mynd: AP  
 
11.01.2016 - 08:07

David Bowie, ein tann mætasti tónleikarin í nýggjari tíð, er farin, 69 ára gamal. Tað kunngjørdi fyriskiparin hjá honum í morgun á Facebook og Twitter.

Greinin heldur fram niðanfyri

 

Hann doyði bara fáar dagar eftir at nýggjasta fløga hansara, Blackstar, kom í sølubúðirnar. Ein fløga, ið tónleikakennarar um allan heim fagna stórliga.

David Bowie var ein av teimum mest fagnaðu popp- og rokktónleikarunum í nýggjari tíð, og hann hevur sett sín dám á tónleikapallin síðan fyrstu útgávuna í 1967.

Bowie breyt ígjøgnum í 1969 við plátuni Space Oddity, ið varð so mikið nógv seld, at hon streyk uppá tónatindarnar. Millum kendastu sangirnar er Let's Dance frá 1983.

Greinin heldur fram niðanfyri

Um allan heimin syrgja fólk deyða Davids Bowie. Eisini á sosialu miðlunum, har bretski forsætisráðharrin, David Cameron, hevur víst sína samkenslu á Twitter.

Greinin heldur fram niðanfyri

Sonur David Bowie, filmsframleiðarin Duncan Jones, hevur eisini váttað tíðindini, og legði í morgun eina mynd av sær og pápanum, David Bowie, á netið.

Greinin heldur fram niðanfyri

David Bowie hevði stríðst móti krabbameini seinastu 18 mánaðirnar, stendur á almenna facebookvanganum hjá David Bowie, nú hann andaðist, 69 ára gamal.

Seinasta konsertin við David Bowie var í 2006. Í fjør róði bretska blaðið, The Telegraph, framundir, at David Bowie kanska fór at spæla á Glastonbury-festivalinum í summar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta í Havnar kirkju
192980
Sunnudag 8. juni
Musikkstevnan 2025 (3:3)
192716
Leygardag 7. juni
Morgunlestur leygardagur 7.juni 2025
192653
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. juni
Andakt
192984
Sunnudag 8. juni
Guðstænasta úr Havnar kirkju
192979
Leygardag 7. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192956
Fríggjadag 6. juni
Veðrið
192932