Skotvápn skulu nú skrásetast

Skotvápn skulu nú skrásetast
Umhvørvisstovan skal nú skráseta allar byrsur í Føroyum. Vápnalógin varð herd á nýggjárinum. Nú koma kunngerðirnar, sum nágreina lógarbroytingarnar
Fyri 1. januar næsta ár eiga øll skotvápn í Føroyum at vera skrásett. Tað áliggur eisini teimum, sum selja byrsur, at fáa tær skrásettar í navninum hjá keyparanum
 
25.01.2016 - 08:17

Tann fyrsta kunngerðin sigur, at fyri 1. januar næsta ár eiga øll skotvápn í Føroyum at vera skrásett. Sambært uppskotinum eiga øll, sum hava skotvápn, at fáa tey skrásett.

Tað áliggur teimum, sum selja byrsur, at fáa tær skrásettar í navninum hjá keyparanum. Løgmaður hevur sent uppskotið um kunngerðina til hoyringar. Hoyringarfreistin er til 19. februar.

SÍ EISINI Vápnalógin verður broytt

Sambært vápnalógini, sum Løgtingið í fjør samtykti at herða, kunnu fólk, sum hava ólóglig skotvápn, lata fútanum tey í seinasta lagi 30. juni í ár uttan at verða revsað fyri at hava ólóglig vápn.

Byrsur, sum vera mettar at hava mentanarsøguligan týdning, kunnu í samráði við fútan latast Søvnum landins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040