Arbeiðslív: miðlafyritøka

Arbeiðslív: miðlafyritøka
Mikkjal Olsen og Klæmint Klakk eru nokk best kendir úr ‘Tað filmar’ og sjónbandaløgum sum ‘Gay’ hjá Grandma’s Basement. Her vísa teir okkum sítt arbeiðslív á eini margmiðlafyritøku
10.02.2016 - 14:15

Tá klaksvíksdreingirnir og vinmenninir í fjør vóru lidnir við student, hildu teir tað vera spennandi at fara at arbeiða fyri miðlafyritøkuna Raclip og harvið vera við til at uppbyggja eina lutfalsliga lítla fyritøku. Raclip er ein margmiðlafyritøka, ið fæst við mest sum allar miðlagreinar – tað kann vera ljóð, myndatøka, video, tónleikur o.s.fr.

 


- Vit hava nógv ymiskt, spennandi virksemi. Ein dag filma vit eitt sjónabandalag hjá einum føroyskum bólki, ein annan dag flýgur ein okkara av landinum at filma eina virkislýsing. Vit hava nógvar bóltar í luftini í senn, og tískil er tað spennandi at vakna hvønn dag til eina nýggja uppgávu, tí eingin dagur er eins.

 


- Umframt at filma brúka vit eisini nógva tíð og orku at eftirviðgera livandi myndirnar. Sostatt verður eisini nógv tíð brúkt aftan fyri telduskíggjan. Vit ganga sera høgt upp í, at kundin skal vera nøgdur við framleiðsluna, og tískil fer nógv tíð eisini við at samskifta við kundan.

 


- Her er pláss fyri seriøsiteti, framleiðslum við stuttari og longri tíðarfreist, men eisini stuttleika, samanhaldi og hugna. Tað, sum er serligt við Raclip, er, at vit tríggir, sum arbeiða her fulla tíð, hava eitt so tætt samband.

 


- Vit halda sjálvir, at vit saman við stjóranum Alvin E. Andersen hava megnað væl at menna fyritøkuna. At menna bæði góðsku og kappingarføri hjá fyritøkuni er tað, sum hevur verið og framvegis er mest spennandi.

 


- Tað er øgiliga ymiskt, hvussu arbeiðstíðirnar eru. Fyri hálvumøðrum ári síðani vóru vit bert við til at filma ymisk tiltøk og framleiðslur, men sum tíðin er liðin, so er alsamt meiri at gera. Í dag arbeiða vit báðir fulla tíð.

 


Klæmint: - Mín leiklutur í fyritøkuni fevnir mest um samskipan av til dømis videoløgum, lýsingafilmum og tílíkum. Eg standi eisini fyri samskiftinum við ein part av okkara kundum. Sum Mikkjal eri eg eisini kameramaður til summar uppgávur.

 


Mikkjal: - Mín leiklutur í Raclip er serliga innan tekniska økið. Sum oftast eri tað eg, sum standi handan videotólið. Umframt at taka upp, viðgeri eg eisini filmar. Hetta kann til dømis vera at klippa, mixa ljóð og at litviðgera.

 

Eg royni eisini at greiða frá, hvussu eg hugsi, filmurin kann síggja út. Um kundin metir, at hugskotið er gott nokk, fara vit í holt við uppgávuna. Hetta verður sjálvandi gjørt í tøttum samstarvi við bæði Klæmint og kundan, og her flættast okkara uppgávur uppá ein máta eisini saman. Okkara uppgávur ganga hond í hond, og tað er eisini soleiðis, vit hava fingið tað at rigga.
 


- Vit hava gingið í sama flokki í fólkaskúlanum, í paralellflokki í student og arbeitt við filmi saman, síðani vit gingu í 8.flokki. Vit kennast tískil øgiliga væl og kenna eisini bæði veikleikar og styrkir hjá hvør øðrum. Hetta er ein stórur fyrimunur, halda vit, tí so hava vit ikki ringt við at kritisera og rósa hvørjum øðrum. 

 

Tað er bæði spennandi og avbjóðandi at finna styrkir og veikleikar hjá hvørjum øðrum. Men við at gera tað kunnu vit flætta styrkirnar saman og hjálpa hvøjum øðrum við veikleikunum. Vit hava gjørt tað soleiðis, at vit báðir hava ábyrgdina av ymiskum uppgávum, men samstundis er tað ikki forboðið hjá hinum at blanda seg og taka ræðið eina løtu.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.