Bæði fyrimunir og vansar í broytingaruppskoti

Bæði fyrimunir og vansar í broytingaruppskoti
Handilsvinnufelagið sær bæði fyrimunir og vansar í ætlaðu broytingini í matvørulógini. Fyri onkran kann tað hava fíggjarligar avleiðingar
 
15.02.2016 - 08:54

Løggild matvøruvirki fara at selja minni. Men matvøruhandlarnir fara at hava fleiri vørur at selja. Galdandi matvørulóg ger, at matvørutrygdin er í hásæti. Tey, sum keypa í handlum, vita, at vøran kemur frá løggildum virki.

Handilsvinnufelagið sær bæði fyrimunir og vansar í ætlaðu broytingini í matvørulógini. Broytingin skal loyva handlum at selja siðbundan føroyskan mat, sum ikki er gjørdur á løggildum virki.

Talan er um vørur úr seyðakjøti og neytakjøti. Verður uppskotið samtykt, fer matvørutrygdin í handlunum at valdast alt eftir, hvørjum framleiðara handilin keypir frá, sigur Handilsvinnufelagið.

Vøran skal merkjast væl

Felagið mælir til, at vøran eigur at vera merkt, so fólk vita, um vøran, tey ætla at keypa, kemur frá løggildum framleiðara ella er heimaframleiðsla.

Tað hevur eisini stóran týdning, at kundin veit, at tann, sum ger vøruna, hevur ábyrgdina av, at vøran er í lagi.

Handilsvinnufelagið fegnast um, at matvøruhandlar fara at kunna selja fleiri siðbundnar føroyskar vørur og keypa frá fleiri veitarum.

Kunnu missa sølu

Men fyri virki, sum hava innrættað seg eftir galdandi lóg, fer uppskotið, eins og sagt verður í viðmerkingunum um lógaruppskotið, at hava fíggjarligar avleiðingar.

Løggildu virkini kunnu missa sølu, tá onnur sleppa fram at marknaðinum. Tað kann verða óheppið fyri vinnuna.

Og tá nú matvørulógin skal gerast linari, heldur Handilsvinnufelagið, at hon skal galda fyri allar kjøtvørur, ikki bara vørur úr seyðakjøti og neytakjøti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025