Fara ikki út til bjargingaruppgávur

17.02.2016 - 10:44
InnlendisSamfelag
Fara ikki út til bjargingaruppgávur
Eitt bjargingarfelag í Suðuroy noktaði týsdagin at taka eina uppgávu á seg, tí tryggingarviðurskiftini framvegis ikki eru fingin í rættlag

Í illveðrinum í gjár og gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at nakrar takplátur á bygninginum hjá alistøðini Faroe Farming vóru leysar.

Løgreglan boðaði Suðuroyar sunnara Bjargingarfelag frá, men haðani vóru boðini, at felagið bara ger lívsneyðugt arbeiði, tí at limirnir í felagnum hava onga trygging, sum dekkar, um teir fáa skaða.

Síðani vóru boðini send til brandmeistaran, sum lovaði at umvæla skaðan, tá veðrið var til vildar aftur.

- So leingi tryggingarviðurskiftini við bjargingarfeløgini ikki eru í lagi fara vit ikki út til uppgávur, sigur Meinhard Edmund Vestureið frá Suðuroyar sunnara Bjargingarfelag.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980