Vísir aftur at sjúkligar eru í vanda

Vísir aftur at sjúkligar eru í vanda
Yvirlæknatrotið er álvarsligt, men sjúklingar eru ikki í vanda, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
19.02.2016 - 19:49

Samstundis sum trot er á yvirlæknum, eru ov fá størv normerað, og tað er ein av orsøkunum til, at tað er ringt at fáa fólk í yvirlæknastørv. Á eini deild eru t.d. trý størv normerað, men kanska bert ein ella tveir yvirlæknar í starvi, og tørvsmetingin sigur, at teir áttu at verið seks í tali.

Høvdu serlæknar uttanlands sæð, at ein deild hevði tey seks støvini normerað, t.v.s at játtan var til tey, hevði verið lættari at tikið støðu til at flyta til Føroya. Men nú eru í besta føri trý størv og kanska tvey eru mannaði, og tí eru starvsvánirnar hjá nýggja yvirlæknanum, at hann skal hava vakt annað ella triðja hvørt samdøgur. Vóru seks størv normerað vóru vónir fyri, at hann sum frá leið fór at hava vakt sætta hvørt samdøgur.

Tað er slíkt sum hetta, Sirið Stenberg, heilsumálaráðið og Løgtingið mugu taka støðu til, um endi skal fáast á serlæknatrotinum.

Sirð Stenberg var gestur hjá Boga Godtfred í Degi og Viku.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576