- Hølisviðurskiftini mugu fyrst fáast upp á pláss

- Hølisviðurskiftini mugu fyrst fáast upp á pláss
Tað undrar ikki formannin í Føroya Lærarafelag, at álitisfólkini í Skúlanum á Fløtum í Havn siga frá truplu umstøðunum at samansjóða skúlarnar
- Eftir mínum tykki átti at verið bíðað við at lagt skúlarnar saman, til fyrsta byggistig stóð liðugt, sigur Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Lærarafelagnum. Álitisfólk í Skúlanum á Fløtum hava sagt frá truplum umstøðum at samansjóða skúlarnar
 
29.02.2016 - 09:25

Fyrsta fortreyt fyri skúlasamanlegging er, at karmarnir eru í lagi. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við Skúlablaðið.

Føroya Lærarafelag ávaraði ímóti at fara undir at leggja stóru skúlarnar í Klaksvík saman - eins og í Havn - áðrenn hølisviðurskiftini vóru fingin upp á pláss.

Tí undrar tað ikki formannin í Føroya Lærarafelag, at álitisfólkini í Skúlanum á Fløtum í Havn og Skúlatrøð í Klaksvík siga frá truplu umstøðunum at samansjóða skúlarnar.

SÍ EISINI Ætlanin er góð á pappírinum

- Fyrsta treytin fyri samanlegging er, at formligu viðurskiftini eru komin upp á pláss, og at fysisku karmarnir eru í lagi, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum.

- Skulu lærararnir í skúlunum, sum leggja saman, samansjóðast, mugu teir hittast í tí dagliga, á lærarastovuni og fríkorterunum, sigur Herálvur Jacobsen.

Hann heldur, at lærarar og næmingar í fyrrverandi Venjingarskúlanum eru í teirri støðu, at teir eru vavdir upp í vánaligu hølisviðurskiftini í fyrrverandi Kommunuskúlanum, soleiðis at umstøðurnar hjá øllum eru meiri og minni ótolandi.

- Eftir mínum tykki átti at verið bíðað við at lagt skúlarnar saman, til fyrsta byggistig stóð liðugt, sigur Herálvur Jacobsen, sum er formaður í Lærarafelagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. mars
Norðurljóð 2.mars 2026
204747
Mánadag 2. mars
Nú er liðugt við small talk!!
205023
Mánadag 2. mars
Morgunlestur mánadagur 2.mars 2026
204715
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. mars
Stjørnan í fimta parti
204959
Mánadag 2. mars
Veðrið
205044
Sunnudag 1. mars
Andakt við Anton í Liljudali
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977