- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvat er Wacken Metal Battle?
Nógv hava hoyrt um tað, men fá vita hví. Har er ein lítil partur av føroyingum, sum samlast umleið eina ferð um árið, til tað, sum fyri tey, er ársins tónleikakvøld. Málmurin livir væl í Føroyum, tað staðfestir Fróði Tórálvsson Stenberg, ið var við til at byrja tiltakið í Føroyum.
Í stuttum
- Wacken Metal Battle er ein tónleikakapping. Tað er eitt pláss, har bólkar fáa møguleikan at visa sín tónleik fram á palli saman við øðrum dygdum fyri einari størri áskóðarafjøld og fólkum úr tónleikavinnuni. Sum navnið sjálvt sipar til, so er Metal Battle ein partur av størsta tungmálmsfestivalinum í heiminum, Wacken Open Air. Kappingin er vorðin eitt globalt fyribrigdi, har yvir 40 lond luttaka. 2016 markerar 13. útgávuna av kappingini, og í Føroyum er hetta fjórðu ferð, hon verður hildin.
Báðir fyriskipararnir frá 2012, Fróði og Teitur, saman við konferencieranum í miðuni.
Síggj listan av bólkum til ársins W:O:A her!
Ein stórur partur av kappingini er møguleikin, bólkarnir fáa til at samskifta við týdningarmiklar persónar í bransjuni. Dómararnir til kappingina eru útlendskir, og hava allir klárað seg væl innan málmstónleik á ein ella annan hátt.
Tað er í sær sjálvum eisini ein gyltur møguleiki, at hesir menninir hoyra tónleikin. Hesir menninir kenna øll tey røttu fólkini, og kunnu geva føroysku nøvnini víðari. Eftir kappingina fáa tónleikararnir afturmeldingar frá dómarunum, um hvussu teir kunnu betra seg.
Tá tað fríggjadagin skal avgerast, hvør skal umboða Føroyar í ársins altjóða Waken Metal Battle finaluni, verður avgerð...
Opslået af Wacken Metal Battle Føroyar på 15. marts 2016
Tutl
Ein annar týdningarmikil partur av tónleikaumhvørvinum her heima er Plátufelagið Tutl.
- Eitt kvøldið í heyst 2011 bleiv eg biðin um at koma á fund í TUTL handlinum á káta horninum. Fundurin snúði seg um eitt størri tiltak, ið skuldi seta tungmálmstónleik í fokus. Eg sjálvur og Teitur Fossaberg, báðir nógv upptiknir av hesum tónleikslagi, dámdu væl hugskotið, ið bleiv lagt fram, og fingu ábyrgdina deilda ímillum okkum.
Fyrsta føroyska navnið gjørdist altjóða vinnari
Fyrsta føroyska Metal Battle varð so hildið eitt leygarkvøld 24. mars 2012. Høvuðsstigtakarar vóru TUTL, Norðurlandahúsið og Ljóð-Tøkni. Tað er hildið í sjónleikarhúsinum øll árini, men verður í ár hildið í Perluni.
Hamferð, áðrenn farið verður á pall í Týsklandi. Mynd: Eija Mäkivuoti.
- At skipa fyri tiltakinum var ein intens tilgongd, og tað bleiv lagt nógv orka í tað. Eg haldi, at allir partar arbeiddu væl saman, og úrslitið var eisini hareftir; útselt, góðar framførslur, veldig atmosfera, og ikki minst, góð afturmeldan frá fólki um tiltakið. Tað, at Hamferð so eisini vann altjóða kappingina í Týsklandi, skapti avgjørt eitt rák. Síðan tóku Teitur og eg, saman við øðrum fólkum, stig til at stovna Upp við Hornunum í septembur 2012, og hevur hetta áhugafelag staðið sum fyriskipari av Metal Battle síðan tá.
Festivalurin í Týsklandi
Wacken Open Air er heitið á heimsins størsta málmsfestivali við umleið 86.000 gestum. Teir fyrstu dagarnir á festivalinum innibera Metal Battle kappingina, og tað er hana, sum føroysku málmstónleikararnir kappast um at sleppa víðari til.
Føroysku Earth Divide til finaluna í Týsklandi.
- Tá vit nú sum oyggjasamfelag eru langt burturi frá meginlandinum, hóast tøknin hevur beint burtur fyri nógvum mørkum, so hevur tað stóran týdning at fáa møguleikan at fara úr Føroyum til sjálvasta tungmálmsmekka í Týsklandi. Um ein bólkur hevur størri ætlanir við sínum tónleiki, og umhugsar eina yrkisleið, er Metal Battle ein gyltur møguleiki at byrja uppá nógv ting. Alt frá at framføra fyri størri fjøldum, at uppliva nógva ferðing, til at skapa nýggj sambond gjøgnum networking.
Mentanin
Í ár hava heili 11 føroyskir bólkar meldað seg til kappingina. Tað er hægsta talið nakrantíð, so mann má siga, at okkurt rørir seg.
- Eg haldi sjálvur, at Metal Battle hevur ávirkað málmsmentanina her í Føroyum. Tað koma nýggir bólkar, og tað eru nógv fleiri konsertir, sum kanska kundi bent á, at bólkarnir hava eina felags áskoðan um tað at “spæla væl”. At gerast betri til at framføra og at skumpa undir tað ágrýtni. Tað, haldi eg, er ordliga gott í hesum copy/paste talgildu tíðunum.
Iron Lungs til Wacken Metal Battle Føroyar 2014.
- Tað, at tað er eitt áhugafelag sum Upp Við Hornunum, ið arbeiðir við m.a. Metal Battle og annars roynir at varpa ljós á føroyska tungmálmspallin, ger, at umhvørvið sjálvt er virkið, og at tað henda ting alla tíðina. So í mun til aðrastaðni, so livir føroyski tungalmspallurin sítt egna lív. Tað eru ikki somu fortreytir, men at Metal Battle kappingin hevur tólv luttakandi bólkar í ár, er ein staðfesting í sær sjálvum.
Hóast Fróði ikki er við í Upp við Hornunum nevndini longur, hjálpir hann til við tiltakinum og skrivar um heimsins málsmtónleik á bloggi sínum, Extreme Metal Voyager.
So ber eisini til at lesa um tríggjar teir seinastu bólkarnar, ið luttaka í ársins Wacken Metal Battle Føroyar. Extreme Metal Voyager skrivar hesa ferð um Asyllex, Konqueror og Svartadeyða!!!
Opslået af Upp Við Hornunum på 13. marts 2016
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |