Ikki hoyrd um innkomuveg

Ikki hoyrd um innkomuveg
Kunningarfundurin fyri fólk á Hvítanesi varð hildin tveir dagar eftir, at fyrstu maskinurnar fóru at grava innkomuvegin til Eysturoyartunnilin
Fólk á Hvítanesi eru ikki hoyrd í málinum um tunnilsmunnan og innkomuvegin til Eysturoyartunnilin. Kunningarfundurin varð hildin tveir dagar eftir, at fyrstu maskinurnar fóru at grava fyri vegnum
 
16.03.2016 - 20:56

Fólk á Hvítanesi eru ikki hoyrd í málinum um tunnilsmunnan og innkomuvegin til Eysturoyartunnilin.

Kunningarfundurin um tunnilsarbeiðið varð hildin tveir dagar eftir, at fyrstu maskinurnar fóru at grava fyri vegnum.

Tað siga staðbundnu limirnir í Hvítanesnevndini í einum almennum skrivi til løgtingið, aðalráðini í landsfyrisitingini og Tórshavnar kommunu.

SÍ EISINI Uppmátingarnar til Eysturoyartunnilin byrjaðar

Á kunningarfundinum varð upplýst, at 6.500 bilar fara at koyra aftur og fram um samdøgrið. Upplýst varð, at tunnilsfelagið hevur fingið øll neyðug loyvi, og at jørð er keypt til endamálið.

Fyri Hvítanes fer vegurin at hava fleiri neilig árin, m.a. mist byggilendi og færri møguleikar at vaksa um bygdina, ógvuliga sjónligan veg beint við bygdina, og vandi verður fyri nógvum óljóði av ferðsluni.

Vístu á aðrar møguleikar

Á fundinum vístu hvítanesfólk á ymsar møguleikar, sum kunnu verja bygdina fyri árininum av vegnum, sum ætlanin er at gera. Men tey vilja fyrst og fremst hava vegin fluttan longri burtur frá bygdini.

Staðbundnu limirnir í Hvítanesnevndini leggja dent kortini á, at fólk á Hvítanesi vilja ikki steðga Eysturoyartunlinum, tí hann er ein skilagóð samfelagslig íløga.

Staðbundnu limirnir í Hvítanesnevndini eru Bárður H. Joensen, Esmar A. Joensen og Christian A. Djurhuus.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Mikudag 27. mai
Morgunlestur mikudagur 27.mai 2026
208231
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457
Mikudag 27. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208852
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776