Óvist nær nevndin verður liðug

17.03.2016 - 13:33
InnlendisPolitikkur
Óvist nær nevndin verður liðug
Forkvinnan í Trivnaðarnevndini vónar, at hjúnabandslógin kemur aftur úr nevndini áðrenn Løgtingið fer í summarfrí

Forkvinnan í Trivnaðarnevndini, Katrin Kallsberg, sigur seg vóna og vænta, at málið verður liðugt avgreitt í nevndini innan ta tíð, men hon kann ikki veita vissu fyri tí.

Stendur tað til hennara, at fer nevndin bara at arbeiða við spurninginum um grein 14, stykki 2, tí hetta var høvuðsorsøkin til, at tinglimir vildu hava málið aftur í nevnd.

Fyri at fáa nøkur av teimum, sum ivast, at atkvøða fyri borgarligari vígslu av samkyndum gjørdu uppskotsstillararnir eitt broytingaruppskot, har mælt verður til at taka grein 14, stykki 2 úr hjúnabandslógini ella at umorða hesa greinina.

Men tað hildu fleiri tingfólk vera ov ógreitt, og mæltu til at beina málið aftur í nevnd. Mál, sum ikki eru liðugt viðgjørt í tinginum, tá tingið fer í summarfrí, fella burtur, tí á ólavsøku byrjar nýggj tingseta.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. mars
Bolero 01 mars 2026
204993
Sunnudag 1. mars
Ættirnar syngja og suða
204992
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204983
Leygardag 28. februar
TEMAPLÁTAN: 'Centerfield', John Fogerty, 1985
204756
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. mars
Andakt
204987
Sunnudag 1. mars
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
204623
Sunnudag 1. mars
Estetiskur fimleikur, 2. steypakapping
204977
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954