Tunnilin liðugur í summar

Tunnilin liðugur í summar
Bygdafólkið á Viðareiði kann byrja at fegnast. Í summar kann koyrast ígjøgnum Viðareiðistunnilin, sigur Landsverk
Longu í summar kann nýggi Viðareiðistunnilin takast í nýtslu, sambært Landsverki
 
18.03.2016 - 16:39

Íbúgvarnir á Viðareiði nýtast ikki longur óttast fyri, at tey skulu koyra eftir Viðareiðisvegnum komandi vetur. Longu í summar kann nýggi tunnilin til bygdina takast í nýtslu. Tað skrivar Landsverk.

Í dag skrivaðu Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, og John Eli Olsen, stjóri í El-Service, undir sáttmála um alt elarbeiðið í tunlinum. El-Service átti lægsta boð, 7,3 mió. krónur, ið fevnir um at seta upp ljós og trygdarútgerð í tunlinum.

SÍ EISINI Støða ikki tikin til asfalteringina

Nýggja farleiðin fevnir um 1.950 metrar langa tunnilin við portalum, og 3.700 metrar tilkoyringarveg Hvannasundsmegin og úr Miðdali til Viðareiði.

Seinastu ferðslutølini, sum eru frá 2012, vísa, at 432 akfør um samdøgrið koyrdu eftir Viðareiðisvegnum. Í 2024 er ferðslan mett at vera komin upp í 510 bilar um samdøgrið.

Samlaði fíggjarkarmurin til Viðareiðis er 162 mió. krónur. Arbeiðið við nýggju viðareiðisfarleiðini hevur gingið avbera væl. So væl, at tunnilin kann takast í nýtslu longu í ár, sum er eitt heilt ár áðrenn upprunaligu ætlanina, skrivar Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107