Útvarpið kann senda ljóðlýsingar. Hesar lýsingar, ið Kringvarp Føroya tekur ímóti, skulu vera lidnar.
| Senditíð | Innlatingarfreist | |
| Mán.-frí. | 08:00, 12:15 og 17:55 | kl. 10:00 og kl. 14 sama dag |
| Leygardag | 10:00, 12:15 og 17:55 | kl. 14:00 fríggjadag |
| Sunnudag | 10:00, 13:55 og 17:55 | Fríggjadag kl. 14:00 |
| Halgidagar | 10:00, 13:55 og 17:55 | Fríggjadag kl. 14:00 |
Ein ljóðlýsing kann í mesta lagi vera 30 sekund. Tríggir minuttir eru til lýsingar áðrenn høvuðstíðindasendingarnar. Ljóðlýsingin kostar 50 krónur pr. sekund og harafturat kemur eitt ómaksgjald á 250,- kr. fyri eina bílleging, sum fevnir í mesta lagi um tíggju lýsingar.
Er talan um eina miðlaætlan, har lýst verður fleiri enn tíggju ferðir, t.d. ymisk tíðspunkt ella bæði í útvarpi og í sjónvarpi, so er avgreiðslugjaldið 950,- kr. Prísirnir eru uttan mvg.
Tøkniligu nágreiningarnar til ljóðlýsingar finnast á hesari leinkju Tøkniligar nágreiningar