Hetta minnast vit frá Arto

Hetta minnast vit frá Arto
Vart tú eisini ein av teimum mongu, ið hevði ein arto-brúkara? So minnist tú allarhelst okkurt av hesum...
22.03.2016 - 23:30

Frá fyrst í 2000 til umleið 2008 var heimasíðan Arto dúgliga brúkt. Arto var eins og Facebook er í dag - tó mest fyri ung. Kærleiki og hatur fór fram á Arto. Ungdómurin skrivaði kærleikstalur til hvønn annan, og tó varð ikki spart við spottandi orðum í "dagens nedtur". Soleiðis var Arto.

Her eru sjey ting, tit kanska minnast frá Arto.

 

 

1. Gert tw, ert túh, er har?

Dúgliga var spurt, hvat hvør annar gjørdi, hóast mann í veruleikanum ikki so ofta var áhugaður í, hvat viðkomandi gjørdi. Svarið var eisini aloftast keðiligt, so sum: Einki serligt, og tú?

Skrivað varð ofta í triðja persóni, og harafturat varð bókstavurin g broyttur til q.

 

 

 

 

2. Tá Arto bleiv broytt

Tey eldru, ið brúktu Arto, minnast allarhelst, hvussu keðiligt tað var, tá sniðið á Arto bleiv broytt.

 

 

 

3. Ráði lesnaðurin á "dagens nedtur"

Humørið, ið bleiv lýst út í æsir, var ikki altíð so hugaligt at lesa. Ofta varð skrivað júst tað, viðkomandi hevði upp á hjartað - gott og ringt. Men so var tað dagsins niðurtúrur, ið ofta var eitt sindur abstraktur, eins og tað var ein dagbók, ið bert rithøvundurin sjálvur skuldi skilja. Tað var ikki altíð greitt, hvønn talan var um á "dagens nedtur".

 

 

4. Mongu kærleikstalurnar til alt ov nógv fólk

Nógv orð vórðu skrivað og til nógv fólk. Ivasamt mann vera, hvussu nógv veruliga meintu allar kærleikstalurnar, tey skrivaðu...

 

 

 

5. Kiqqede liqe

Tað var ikki óvanligt, at fremmand fólk skrivaðu til ein "kiqqede liqe" ella spurdu um msn. Um ein helt, at ein drongur ella genta sá gott út, var hetta ein einføld arto-skoriroynd.

 

6. Mongu profiltekstirnir 

Profilteksturin á Arto var ikki bara bara; ofta tók hann langa tíð at gera. Fyri at onkursvegna fáa pondus, kundi ein fáa sær fleiri mappur av profiltekstum. Fyri at vísa at viðkomandi var væl umtóktur, var tað eitt gott hugskot at fáa fleiri av vinfólkunum (ella bara onkran, ein kendi eitt sindur) at gera profiltekstin fyri seg.

 

 

 

7. At blíva ,,nummar" hjá onkrum

Í gestabókini á Arto varð talt upp, hvussu nógv høvdu skrivað til tín. Skrivaði tú til onkran, og talið bleiv runt, vart tú næstan bundin at skriva eina kærleikstalu ella bara markera høvið onkursvegna.

 

Spurningurin er so, hvat vit í framtíðini fara at minnast Facebook fyri. Fara vit at verða líka snópislig av Facebook, eins og av Arto?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.