Arbeiðslív: au-pair í París

Arbeiðslív: au-pair í París
19 ára gamla Sissal Drews Hjaltalin úr Havn vísir myndir úr sínum arbeiðslívi sum au-pair í París
30.03.2016 - 11:15

Tá Sissal varð liðug sum studentur seinasta summar, avgjørdi hon at fara til París at arbeiða sum au-pair. Hon ansar tveimum dreingjum nakrar tímar um dagin gerandisdagar og hevur tískil eisini nógva frítíð.

- Her siti eg saman við nøkrum vinkonum við síðuna av Seine ánni og drekki vín og eti baguette við alskyns ostum. Hetta gera vit ofta! Vit keypa ymiskan mat og vín (altíð vín!) og finna lítil, fitt støð at eygleiða tey lokalu, kenna umhvørvið og annars bara fáa ein góðan bita og eitt gott prát.

- Dreingirnir, sum eg ansi. Raphael (8 ár) og Eliot (4 ár). Eg læri alla tíðina okkurt nýtt um mentanina hjá teimum (og hon er ótrúliga nógv øðrvísi enn okkara, hóast Frakland ikki er langt burturi!), men familjan er eisini øgiliga áhugað í mínari mentan. Á myndini eru dreingirnir og eg í ferð við at baka rugbreyð (eitt púra ókent fenomen fyri tey). Hetta er bara ein mynd, men hetta mentanarskiftið gongur fyri seg allatíð.

- Nakrar vinkonur og eg í Eiffel torninum eitt fríggjakvøld. Eg arbeiði bara fýra tímar um dagin mánadag-fríggjadag, so eg havi sera nógva frítíð. Eg og vinfólkini (sum nærum øll hava somu arbeiðstíð) hava tískil tíð at gera ótrúliga nógv. Á akkurát hesari myndini skoytaðu vit á einum skoytibana í Eiffel torninum og endaðu við at drekka vín heima hjá einari vinkonu. (... vit drekka nógv vín, men ikki sum í at "ballast". Tað telur líkasum ein koppur av te har heima; tað er bara hugnaligt!)

- Tá vit ikki drekka vín, drekka vit kaffi og eta alskyns kakur! Har eru túsundtals caféir í París, og vinfólkini og eg finna nærum altíð onkra nýggja at setast á, tá vit hava gingið runt eina løtu. Café mentanin er størri, enn ein klárar at ímynda sær!

- Hetta er tann mest au-pairuta myndin, sum nakrantíð er tikin av mær. Eitt barn á einum armi, eina tasku við bóltum (at spæla Pluto við - børnini elska tey føroysku spølini! Eisini 'blikka'!), eitt rennihjól og ein baguette á hinum arminum (mega cliché, men tað passar - fransktmenn eta simpelthen so nógva baguette!!!!!).

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.