- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tríggjar bøkur mær dámar: Sissal Drews Hjaltalin
Hóast Sissal júst hevur lokið studentsprógv, so er hon als ikki troytt av at lesa bøkur - heldur tvørturímóti. Sissal dámar væl at lesa, og her hevur hon valt tríggjar bøkur, sum henni dámar væl.
The Handmaid’s Tale – Margaret Atwood
Spekulativa fiktiónsskaldsøgan “The Handmaid’s Tale” varð útgivin í 1984.
Ein kollvelting hevur loyst amerikonsku stjórnina av við eitt hernaðarligt guðsveldi, ið kallast the
Republic of Gilead. Frásøgufólkið er ein kvinna, sum er send til The Red Center (eina heilavaskingarstøð), har hon verður upplærd at vera ein Handmaid (ein føðikona, sum er pliktað at tæna einhvørjum høgt settum limi í stigskipanini). Kvinnan í søguni er á triðju útnevning og hevur miseydnast at gerast við barn til tvær tær fyrstu útnevningarnar. Um hon ikki fær eitt barn skjótt, verður hon útvíst at heinta upp eitrandi burturkast, til hon doyr. Hóast øll í Gilead eru møguligir njósnarar, fær kvinnan eitt samband við ein bilførara og við eina aðra handmaid.
Skaldsøgan endar við einum eftirmæli frá ár 2195. The Republic of Gilead er fallið, og ein fyrilestur verður hildin, har ein professari partleyst og greinandi greiðir frá tilevning Gileads. Hann skiftir orð um týdningin av søgu kvinnnunnar, og hann hevur ymisk ástøði um, hvat kann vera hent kvinnuni. Hann fortelur tó, at lagna kvinnunnar er ókend.
Hví dámar mær bókina?
Hetta er ein sera atfinningarsom bók, sum fylgir lesaranum leingi. Atwood skapaði Gilead at ávara lesaran móti ekstremismu og fyri at vísa á vandarnar við einaveldisstýrum. Atwood brúkar m.a yvirfanatiska uppbygnaðin av Gilead at noyða lesaran at hugsa um mátan, sum samfelagið hjá okkum bólkar fólk. Atwood vísir eisini á, at fólk lættliga gera eina neyðsemju viðvíkjandi frælsinum hjá sær til tess at kenna seg trygg. Vit vilja eyðsæð verjast móti ræðuleikum, kosta hvat tað kosta vil. Atwood hevur eygleitt hetta og hevur gjørt sær nakrar tankar um, hvussu hendan leitanin eftir tryggleika møguliga kann taka seg fram. Hon noyðir eisini lesaran at hugsa um, hvat er betri; “frælsi at” ella “frælsi frá”.
Atwood er meistari í tilsipanum. Við tilsipanum til veruligar hendingar er bókin ikki bara ein ótrúlig skaldsøga, men eisini ein kritikkur móti heiminum hjá okkum í dag. Vit eru ikki bara lesarar; vit eru vitni og offur. Hetta er søgan um okkara egna heim. Genialu líknilsini og genialu tilsipaninar fáa søguna at tykjast enn meira óhugnaliga.
Um einum dámar dystopisku skaldsøguna 1984 hjá George Orwell ella Brave New World hjá Aldous Huxley, fer einum heilt víst at dáma The Handmaid’s Tale.
At liva í allar ævir - Sally Nicholls
At liva í allar ævir er ein barnabók, sum varð útgivin í 2008. Bókin snýr seg um 11 ára gamla Sam, sum hevur leukemi. Sam setur sær fyri at skriva eina bók um sínar hugsanir og kenslur um sjúkuna. Bókin hjá honum er ein samanseting av spurningum, listum og hugleiðingum. Listin, sum hevur størstan týdning í bókini, er listin av ymiskum, sum Sam ynskir at gera, áðrenn hann doyr. Á listanum stendur m.a at flúgva í luftskipi, at síggja jørðina úr rúmdini, at roykja, at hyggja at ræðufilmum og at bróta eitt heimsmet. Vinur Sam, Felix (sum eisini hevur krabbamein), hjálpir Sam at skilja, at listin noyðist ikki at vera ein ynskilisti - alt á listanum kann gerast á onkran hátt.
Hví dámar mær bókina?
Hóast talan er um eina barnabók, ivaðist eg onga løtu í, at At liva í allar ævir skuldi á listan. Bókavørðurin á Venjingarskúlanum viðmælti mær á sinni at lesa bókina, og eg havi lisið hana fýra ferðir síðan tá (og eg havi grátið hvørja ferð). Bókin lýsir eina ræðuliga støðu úr sjónarhorninum hjá einum forvitnum barni. Av tí sama verður ikki dvalt við dapurleikan í støðuni. Sam hevur eina ótrúliga lívsáskoðan, og hóast hendingarnar í bókini eru ræðuligar, megnar Sam altíð at finna okkurt stuttligt ella jaligt í støðuni. Sam dámar væl vitan, og hann greiðir lesaranum frá nógvum um sjúkuna hjá sær, um líkkistur, blóðplátur o.s.fr. Dentur verður alla tíð lagdur á at síggja lítil vøkur ting í tilveruni; smáting, sum vit gloyma at geva okkum far um. Hóast evnið er dapurt, er huglagið sjáldan dapurt. Eitt upplyftandi huglag, sum eg illa dugi at seta orð á, ger, at lesarin lættliga kemur ígjøgnum eina bók við tungum evnum. Bókin er óskyldig og sera hjartanemandi.
We need to talk about Kevin - Lionel Shriver
Skaldsøgan, sum varð skrivað í 2003, snýr seg um Evu Khatchadourian. Eva vildi í veruleikanum aldri verða mamma, og serliga ikki mamma at einum, sum skjýtur sjey floksfelagar, eina kantinudamu og ein lærara í einum skotálopi í skúlanum hjá sær. Nú, tvey ár eftir skotálopið, roynir Eva at koma til sættis við alt, sum er hent. Hetta ger hon í einari røð av brøvum, sum hon sendir manni sínum, Franklin. Í brøvunum roynir Eva at minnast, tulka og skilja føðingina og barndómin hjá Kevin og allar hendingarnar, sum hendu undan skotálopinum. Eva skrivar nógv um, at henni frá byrjan ikki dámdi tankan um móðurskap ella offringarnar, sum fylgdu við. Hon ivast í, um hennara sterki mótvilji mótvegis soni sínum kann hava verið orsøkin til, at hann á ein so nihilistiskan hátt fór á skeiva leið.
Hví dámar mær bókina?
Orsøkinar til at mær dámar hesa skaldsøguna eru nógvar. Fyrst og fremst er frásøguhátturin sera kreativur; øll søgan er fortald gjøgnum eina røð av brøvum. Umframt hetta er skaldsøgan myrk, spennandi og fangandi, og er hon ein meistarlig blanding av drama og horror. Umframt hetta tekur hon upp fleiri evni, sum fær lesaran at hugsa. Millum annað kann nevnast, at frásøgufólkið kennir seg blanka eftir barnsburðin og ikki megnar at skapa rætta sambandið við sonin hjá sær. Vit ímynda okkum ofta, at hetta sambandið er íborið, og ger hetta mislukkaða sambandið hjá Evu enn ræðuligari. Skaldsøgan brýtur eitt stórt tabu: ein mamma, sum hevur mótvilja mótvegis soni sínum. Umframt at bróta eitt tabu, noyðir hon lesaran at taka upp gamla sálarfrøðiliga kjakið, sum kannar, um atburður er ein avleiðing av náttúru ella uppaling (nature vs. nurture). Bókin granskar hetta kjakið á einum heilt nýggjum støði, tá skuldarkenslurnar hjá Evu verða máldar upp móti óndskapinum hjá Kevin.
Skaldsøgan er skrivað frá einum sjónarhorni uttan samkenslu, og er hon tískil góð at lesa hjá teimum, sum ikki tíma at lesa romantiskan velling. Kensluliga styrkin økist sum søgan líður, men gerst ongantíð melodramatisk. Eg fari ikki at avdúka ov nógv, men eg kom fram á tvey stór plot twist í bókini, sum eg enn, tvey ár eftir at eg las bókina, hugsi um ofta. Hóast evnið er tragiskt, er skaldsøgan ein tann besta, sum eg havi lisið.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |