Loysir seg ikki við sjóvarfalsorku

Loysir seg ikki við sjóvarfalsorku
Enn loysir tað seg ikki at fara undir sjóvarfalsorku í Haraldssundi. Tað fara helst at ganga ár, áðrenn tøknin er tøk til tað
Enn loysir tað seg ikki at fara undir sjóvarfalsorku í Haraldssundi, sigur landsstýriskvinnan í svari til tingkvinnu
 
13.04.2016 - 08:36

Tað loysir seg ikki at fara undir sjóvarfalsorku í Haraldssundi, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna,  í svari til Óluvu Klettskarð, tingkvinnu í Tjóðveldi, sum hevur spurt um málið.

Sirið Stenberg sigur, at út frá teimum mátingum, sum vórðu gjørdar, áðrenn sundið varð tipt, og modellútrokningum, er rákið í sundinum ov lítið til, at tað fíggjarliga loysir seg at lata Haraldssund upp fyri orkuframleiðslu.

Tøknin er ikki tøk enn

Mett verður, at tøknin er ikki tøk enn, og tað fara at ganga ár, áðrenn tað ber til at fáa til vega turbinur, ið halda til baldruta umhvørvið, og sum kunnu framleiða fyri kappingarførar prísir.

Sirið Stenberg vísir á, at felags fyri allar verkætlanir innan sjóvarfalsorku er, at tær eru á royndarstigi, at tær fáa nógvan fíggjarligan stuðul og ikki eru fíggjarliga burðardyggar.

Í løtuni er neyvan skilagott hjá SEV ella tí almenna at framleiða orku í Haraldssundi, men um fyritøkur ella granskingarstovnar hava áhuga at gera og rinda fyri slíkar royndir, er støðan ein onnur, sigur Sirið Stenberg í svarinum til Óluvu Klettskarð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075