- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hevur tú fiskaskil?
Eina ferð verður tað okkara ættarlið, sum fer at hava ábyrgdina av fiskivinnuni, ið er nógv tann størsti parturin av okkara útflutningi. Fyri at gera hetta á bestan hátt er týdningarmikið at hava eitt sindur av skili fyri, hvussu tosað verður í vinnuni.
Húkur:
Serligt slag av króki, sum fiskur hongur fastur á. Sæst sum stór standmynd í fyrstu rundkoyringini, tá komið verður til Klaksvíkar. Sigast skal tó, at húkar, ið verða nýttir at fiska við, eru nógv, nógv, nógv minni enn tann í rundkoyringini í Klaksvík.
Teymur:
Band, sum er umleið hálvan metur, ið húkurin verður knýttur í.
Rippa:
At knýta húkin í teymin. Verður ofta gjørt heima.
Agn:
Biti av sild, goggu og øðrum. Verður nýtt at lokka fisk at bíta á húkin.
Egna:
At krøkja agn á húkin. Verður ofta gjørt í egningarskúrum kring landið.
Línuskip:
Skip, sum royna við línu. Lína er langt band við íbundnum teymum og húkum á rað á endanum. Línan verður gjørd klár við at rippa og egna. Skip og bátar, ið royna við línu, royna vanliga eftir toski og hýsu, men eisini longu og brosmu, um tey royna á djypri vatni. Línuskip og -bátar eru vanliga ikki so stór/ir. Ein stórur trolari vigar kanska upp til eini 2000 tons brutto (bæði skip og fiskur tilsamans), meðan línuskip eru upp til eini 300 tons brutto.
Stampur:
Runt fat, sum línan verður engd í og liggur í, áðrenn hon verður sett (koyrd á sjógv). Stampar vóru fyrr av timbri, men eru nú av plastikki.
Um onkur brúkar orðini øðrvísi, hevur aðra uppfatan av teimum ella bara okkurt at leggja aftrat, so er bara at viðmerkja.
Les eisini: Skilir tú fisk?
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |