- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skilir tú fisk?
Í seinastuni hava fleiri ung verið frammi og sagt, at tey ikki halda seg vera nóg væl kunnað um samfelagsviðurskifti til at vera aktivir, demokratiskir borgarar. Fyrsta stigið til politiskt aktivar borgarar er tó at skilja orðini, ið verða brúkt í kjakinum.
Fiskivinnan er okkara høvuðsvinna, men í okkara ættarliði hevur ikki hvørt einasta mansbarn traðkað barnaskógvarnar í einum egningarskúri ella á onkrum flakavirki, tí tað hava verið bæði færri skip og færri fiskavirki í okkara uppvøkstri enn tíðina frammanundan. Summi okkara verða kanska væl útbúgvin og sita í høgum størvum uttan nakrantíð at hava verið í sambandi við fiskivinnuna og duga tískil ikki ‘fiskamál'.
Her er fyrsti partur av fleiri við orðum til okkara, ið hava hug til at skilja fisk.
Strámaður:
Merkir í grundini fuglaskrímsl av strái. Í sambandi við føroysku fiskivinnuna er tað ein føroyingur, sum leggur navn til, meðan útlendingar gera íløgurnar. Ikki er lov hjá útlendingum at eiga meira enn ein ávísan prosentpart av einari føroyskari fiskivinnufyritøku. Stundum verður ein føroyskur strámaður tá brúktur at standa sum eigari á pappírinum.
Tilfeingisgjald:
Avgjald til landskassan av hvørjum kilo, sum fiskað verður. Er í grundini eitt gjald fyri at hava rætt til at fiska.
Uppboðssøla:
Almenn søla, har tann við hægsta boði fær fiskin. Nú verður eisini ofta tosað um at gera uppboðssølu av fiskiloyvum, so tann, ið býður hægst, sleppur at fiska fiskin.
Blóðga:
Skera upp undir hálsin á fiskinum, soleiðis at blóðið rennur frá. Hetta má gerast beinanvegin, fiskurin kemur úr sjónum.
Kryvja:
Spretta búkin á fiskinum upp og taka innvølirnar úr. Verður viðhvørt gjørt umborð, men ikki altíð.
Fiskavirki:
Verður brúkt um ymisk sløg av virkjum, ið virka fisk. Hetta kann vera flakavirki, frystivirki o.s.fr.
Virðisøking:
Verður oftast brúkt um at viðgera vøru, soleiðis at hon fær meiri virði. Hetta kann vera at gera eitt nú makrel í dós, fiskafrikadellur og knettir. Kann eisin í breiðari merking vera millum annað at marknaðarføra vøruna.
Óvirkaður fiskur:
Blóðgaður og kruvdur fiskur. Verður brúkt um fisk, sum ikki hevur verið virkaður víðari til eitt nú saltfisk ella flak virkað á landi ella umborð á skipi. Óvirkaður fiskur er heldur ikki pakkaður.
Um tú brúkar orðini øðrvísi ella hevur aðra uppfatan av teimum, so er bara at viðmerkja.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |