Makaskifti ávirkar ikki Glasir

Makaskifti ávirkar ikki Glasir
Handilsskúlin er verdur 20 mió. kr., men hann er ikki við í pengunum, sum skulu brúkast til Glasir
 
21.04.2016 - 13:03

Tað fær onga ávirkan á játtanina til Glasir, at Handilsskúlin er brúktur í makaskiftinum við Tórshavnar kommunu, so Mentamálaráðið fær Læraraskúlan og Venjingarskúlan til Fróðskaparsetrið.

Mentamálaráðið ætlaði eina ferð at selja Handilsskúlan. 

Í langtíðarløguætlanini, sum landsstýrið gjørdi í 2013, varð roknað við, at Mentamálaráðið skuldi selja bygningar fyri 60 milliónir krónur í 2016. 

Mentamálaráðið ætlaði at selja Handilsskúlan og hallirnar hjá Tekniska skúla, tá Marknagilsdepilin, sum hann tá kallaðist, er liðugur. 

Tá, í 2013, søgdu fimm-seks ára gamlar metingar, at hallirnar eru verdar 37 milliónir krónur og Handilsskúlin 34 milliónir krónur. 

Er verdur 20 mió. kr.

Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, sigur, at Handilsskúlin nú er verdur 20 mió. kr. 

Men hann er ikki við í pengunum, sum skulu brúkast til Glasir

Ætlanin er framvegis at selja hallirnar hjá Tekniska skúla.

Hvussu verður við skúlanum í Hoydølum er ikki avgjørt enn, sigur aðalstjórin.  
   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. februar
Upp á tá - 270226
204967
Leygardag 28. februar
Jambalaja - 280226
204966
Leygardag 28. februar
Vikan 28. februar 2026
204961
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. februar
Anna Maria 1807 - teknmálstulkað
204955
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204954
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735