- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sementvinnararnir: Gjørdu sangin lidnan dagin áðrenn
Skrivað hevur: Pætur Jákupsson
Men hvørji eru Bluesette? Vit fingu eitt prát við forsangarindu, Mariannu Nagata, og gittarspælara og kórsangara, Ragnar Finnson, dagin eftir Sement finaluna, hóast tey av álvara feiraðu sigurin ta náttina.
Blusette framførir í Hvonn
Fyri áleið einum ári síðani var Marianna og ferðaðist í U.S.A. Á ferðini fekk hon fyrispurning frá Ragnari umvegis Facebook um at gera ein bólk. Men Marianna skuldi verða leingi í U.S.A., so ætlanin var í fyrstani av ongum.
Heimafturkomin til Føroya spurdi Kári Fossaberg Ellingsgaard Mariannu, um tey skuldu gera ein bólk saman við Ragnari – og umsíðir sá Bluesette dagsins ljós.
Í bólkinum í dag eru limirnir: Marianna Nagata, forsangarinda, Ragnar Finnson, gittaristur og kórsangari, Kári Fossaberg Ellingsgaard, bassistur, Tórður Dam Jacobsen, trummur, og Matthias Kjølbro, saksofon.
Upprunaliga vóru fleiri hugskot til bólkanavnið. Millum teirra vóru t.d., ”Medical Blues”, ”Prescribed Blues” og síðani mín persónligi favorittur ; ”Screwed, Blued ’N Tattooed”.
Ragnar skeyt upp navni ”Bluesette”, tí hann kendi tað framanundan frá einum sangi hjá Toots Thielemans, ið hevur sama heiti.
(Til teirra, sum ikki kenna Toots Thielemans, stúrið ikki, tit eru ikki minni kultiverað enn onnur. Toots Thielemans spælir munnharpu.)
Sjálvur livir Ragnar Finnson av at skriva tónleik; hann venur og skrivar løg dagin langan og spælir nógvar konsertir. Fleiri løg hansara eru singer/songwriter løg, men hann hevur leingi átt nøkur meira blues-kend liggjandi inni, sum nú eru sangir hjá Bluesette. Ofta ger Ragnar grundina til ein sang, sum bólkurin smíðar lidnan til venjing.
© Hanna Vang
Marianna og Ragnar viðgingu nakað, sum tónleikarar vanliga ikki tosa hart um. Tey eru sera sein ávegis við sangum og fyrireiking áðrenn konsertir. So seint sum dagin fyri Sement finaluna gjørdu tey seinasta sangin á setlistanum lidnan. Og so seint sum somu náttina til finaludagin, fekk Tórður tað hugskot, at ein saksofon við í sanginum hevði verið crème de la crème. So tey hálaðu Matthias Kjøllbro til venjing og síðani á pall. Sjálvgjørt, men heilt vist vælgjørt, tí tað merktist í salinum, at fólk dámdu sera væl tað lagið.
© Hanna Vang
© Hanna Vang
At vinna Sement hevur sínar fyrimunir. Vinnarin fær tríggjar studiodagar í Studio Bloch, umframt 3000 krónur frá Simma Musikkhúsi. Tey í Bluesette eru sera takksom fyri vinningin, og vit kunnu gleða okkum til eina fløguútgávu frá teimum, sum tey vilja hava lidna í nærmastu framtíð. Verður fløgan líka lívlig, groovy og funky, sum framførslan á Sement, kunnu vit av sonnum gleða okkum.
© Hanna Vang
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |