- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tað koyrir hjá Leu Kampmann
Tá seinastu stílarnir vóru skrivaðir og studentspróvtøkurnar lidnar, setti Lea Kampmann kósina ímóti Føroyum. Lea hevur búð í Danmark at kalla alt sítt lív, men er nú flutt til Føroya í eitt tíðarskeið. Ikki var hon kend, tá hon kom til Føroya, men tað gekk ikki long tíð, áðrenn hon fekk vind í seglini.
Lea Kampmann hevur nevniliga spælt til eitt ótal av konsertum, alt Føroya fólk hevur hoyrt hana í útvarpinum, og so hevur hon eisini hitað til konsert hjá ongum øðrum enn Eivør. Og nú hevur hon eisini givið trý sjónbandaløg út. Tað triðja og seinasta lagið kom út fyri stuttum. Lurta eftir tí niðanfyri.
Les meira um lagið í greinini: Krógvaði seg og yrkti eitt vakurt lag
Tað fyrsta sjónbandalagið, sum kom út, eitur White Bird. Tað seinna lagið var Home.
Hitaði upp fyri Eivør og bleiv spurd at taka upp
Lea Kampmann kom til Føroya sum eitt óskrivað blað, men eftir stutta tíð hevur hon spælt fleiri konsertir, hitað upp fyri Eivør og spælt løg inn.
- Raclip spurdi, um vit kundu taka løgini upp. Klæmint Klakk hevði hoyrt okkum hitað upp fyri Eivør, og so spurdi hann, um vit ikki høvdu hug at koma at spæla live inn í RACLIP'sa studio í Klaksvík. Teir eru super dugnaligir. Eg helt livesessions vera ein góður máti at leggja tónleikin út uppá. Og so var tað enntá ókeypis, so vit takkaðu sjálvandi ja. Tað var ræðuliga fitt av teimum at spyrja.
- Eri ærað, at fólk lurta eftir tí, sum eg geri
Lea hevur spælt spælt nógv, men hon hevur ongar ætlanir um at steðga. Um vikuskiftið spældi hon til undanumfarið til undanumfarið í Sement og kom so syngjandi víðari til finaluna. Finalan verður leygarkvøldið 21. mai í Reinsarínum.
Hygg eisini at: Myndarøð: Heimleys orð
- Har er nógv at gera fyri tíðina, og tað kann sjálvandi blíva nógv ofta. Men eg kenni meg sera hepna, at eg eri sloppin at spæla so nógv ymisk støð, og eg eri ærað, at fólk hava hug at lurta eftir tí, sum eg geri.
- Um lurtarin fær nakað burtur úr tí, sum eg annars hevði brennt inni við, eri eg glað. Tí tað er, í mínari verð, akkurát tað, tónleikur er til fyri. Tað er gott, at vit menniskju kunnu geva hvørjum øðrum ymisk ting upp á ymiskar mátar.
Lea og Leo spæla til Heimleys orð, sum Röddin skipaði fyri í december
Fer skjótt at spæla nøkur løg inn
Lea hevur veruliga fingið gjøgnumbrot í Føroyum, men hon steðgar ikki so. Lurtararnir kunnu nevniliga gleða seg til at sleppa hoyra hana nógv oftari, tí eftir G! Festivalin fer Lea í studio at spæla nøkur løg inn.
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |