Fer Russland at bumba Føroyar?

Fer Russland at bumba Føroyar?
Stutta svarið er “NEI”. Langa svarið er “NEEEEEEEEI”.
27.05.2016 - 13:30

Leiðarin fyri russiska Liberaldemokratiska flokkin hevur sagt, at Russland átti at bumbað Føroyar. Men hví? Og fara Føroyar at enda sum eitt kjarnorku-oyðiland?

Stutta svarið er “NEI”

Langa svarið er “NEEEEEEEEI”

 

Nógv hava ivaleyst sæð tíðindagreinina um, at Vladimir Zhirinovsky hevur biðið Putin um at tveita atombumbur á Føroyar fyri at vísa, hvussu sterkt Russland er. Hetta tí at Russland má vísa sínar kjarnorkuvøddar. “Brussel fer at siga: hygg, her er ein oyggj. Nú er eingin oyggj. Landið er ikki til longur.”

 

Fyri tað fyrsta er tað óklárt, um hann faktiskt meinar við Føroyar. Floksformaðurin bað Putin bumba eitt “lítið land í norðuratlanshavi við 200.000 fólki.” Tað er einki land við 200.000 fólki í Norðuratlanshavi. Ísland hevur 323.00 fólk, Føroyar hava 49.000, Orknoyggjar hava 20.000 og Hetland hevur 22.000.

 

Men latið nú okkum siga, at hann meinar við Føroyar. Føroyar eru partur av Danmark, sum er partur av NATO. Serfrøðingar meta, at Russland ikki torir at leypa á nakað NATO land, tí at herurin ikki megnar eitt so stórt kríggj. 

 

Men síðsti og mest avgerandi spurningurin. Hevur Zhirinovsky nakað trúðvirði? Vladimir Zhirinovsky er ikki heilt sum teir føroysku politikkararnir. Hann hevur fleiri ferðir havt bardagar við sínar politisku mótstøðumenn og hevur biðið sínar lívvaktir “harðliga neyðtaka” eina tíðindakvinnu. 

 

Tað er eiheldur fyrstu ferð, at Zhriinovsky hevur hótt við at oyðileggja eitt land. Í 2014 hótti hann við at teppibumba Pólland. “Einki fer at vera eftir”. Í februar í fjør helt hann eina talu, har hann segði, at Russland átti at “brent París niður” og “bumbað alt Týskland.” 

 

Niðurstøðan er tí tann, at Vladimir Zhirnovsky ofta kemur við ógvisligum úttalilsum, sum einki hald hava í veruleikanum. Ver tú tí ikki bangin fyri, at Russland fer at bumba Føroyar. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.