Støðan nógv versnað hjá samkyndum í Russlandi

Støðan nógv versnað hjá samkyndum í Russlandi
Seinastu tíðina er støðan hjá samkyndum og tvíkyndum í Russlandi versnað nógv. Bretski Stephen Fry samanber russiska forsetan við Hitler og sigur m.a., at støðan minnir ikki sørt um jødajagstranina.
08.08.2013 - 16:00

 

Støðan hjá samkyndum og tvíkyndum er versnað sera nógv seinastu tíðina í Russlandi. Ein nýggj lóg staðfestir, at promoverar ein øðrvísi seksualitet alment t.d. við einari skrúðgongu, á netinum ella á annan hátt, verður revsað við bót ella enntá fongsling. Úr Moskva ljóða boðini, at nýggja lóggávan er fyri at verja børnini og ikki fyri at jagstra LGBT-einstaklingar.

 

Sambært pinknews.co.uk ganga tíðindi eisini, at ein limur í russiska parlamentinum, Alexander Mikhailov, ætlar at leggja fram uppskot, sum skal gera tað lógligt at píska fólk við øðrum seksualiteti á almennum torgum. Mikhailov hevur m.a. í miðlunum fyrr í ár samanborið samkynd við barnalokkarar og lýst samkyndleika sum almenna skomm.

 

Ikki yvirraskandi hava anti-LGBT lóggávurnar sett ferð á eina bylgju av hatursbrotsverkum ímóti samkyndum, tvíkyndum og transkyndum.

 

Um allan heim taka fólk frástøðu frá gongdini í Russlandi. Amerikanski forsetin Barack Obama segði týsdagin, at hann onki tol hevur við londum sum Russlandi, sum hótta og skaða einstaklingar orsakað av teirra kynsliga samleika. Hetta skrivar The Huffington Post.

 

Samkyndi bretski sjónleikarin og rithøvundurin Stephen Fry sendi í gjár út eitt opið bræv til bretska forsætisráðharran David Cameron og Altjóða olympisku nevndina, har hann mælir til, at Olympisku vetrarleikirnir, sum skulu vera í Sotjii í 2014, verða fluttir. Í skrivinum staðfestir Fry, at Russland ger LGBT-einstaklingar til syndabukkar – “júst sum Hitler gjørdi við jødarnar.” Les alt skrivið her.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.