Føroyingar vilja út at fjakka

Lifehacker
Føroyingar vilja út at fjakka
Leygarkvøldið hevði Ó tiltakið 'Summar og Fjakking 2016'. Fólk greiddu frá egnum upplivingum, umframt at umboð frá 62* Norð, Bank Nordik og Trygd komu við sínum ískoyti
01.06.2016 - 18:00

Ó hevði lýst tiltakið væl á Facebook umframt at senda sms út til limir sínar. Lýsingin gav úrslit, og millum 110 og 130 fólk komu til tiltakið.

 

 

Tiltakið fangaði áhugan hjá nógvum, og umleið 150 fólk leitaðu sær niðan í Bank Nordik

 

Samskiparin og stjóri á Ó, Hanus Samró, var sera fegin um tiltakið.

 

- Nú er hetta fyrstu ferð, at vit hava slíkt tiltak, og vit vistu snøgt sagt ikki, hvat vit kundu vænta. At so nógv fólk komu, tað var bara fantastiskt, og eggjar hetta okkum til at tíma at gera slík tiltøk aftur.

 

 

Hanus Samró, fyriskipari

 

 

Vit vita ikki, hvussu gott vit hava tað

Tiltakið byrjaði við, at tær báðar, Rósa Maria Rasmussen og Anna í Garði, høvdu framløgu. Áðurnevndu høvdu verið í Tanzania í 2015/16 í tríggjar mánaðir og gjørt hjálpararbeiði. Tær starvaðust fyrst á einum skúla, og greiddu tær frá, hvussu virksemið har fór fram og teirra góðu sambond við børnini. Til dømis greiddu tær frá, at skúlin har heldur við tað gamla - børnini skulu minnast uttanat, ístaðin fyri at skilja.

 

- Børnini kunnu syngja “head, shoulders, knees and toes,” men tá vit spurdu tey, hvat ein ‘shoulder’ er, so høvdu tey ikki peiling fyri tí.

 

Síðan fóru tær at arbeiða á barnaheimi. Hetta var eisini eitt stórt upplivilsi. Flestu børnini vóru antin funnin á gøtuni ella givin barnaheiminum, tí mammurnar vórðu deyðar í samband við føðingina ella av AIDS.

 

Eitt, sum tær báðar serliga bitu merkið í, var, hvussu gott vit hava tað í Føroyum í mun til umstøðurnar í Tanzania.

 

- Vit kunnu ganga og klaga um smáting og eru ónøgd, men børnini har niðri, sum einki høvdu, ikki eingongd foreldur síni, vóru altíð líka løtt, glað og smílandi.

 

 

Rósa Maria og Anna

 

 

Fíggjarliðir hentleikar

Jónva Ellingsgaard, kundaráðgevi í Bank Nordik, greiddi eisini frá, hvussu bankin kundi spæla ein leiklut í ferðini.

 

Hon greiddi frá, hvørji kort kundu nýtast hvar í heiminum, og um, hvussu max. upphæddin, sum ein kann nýta um mánaðin, er skiftandi frá korti til kort.

 

Stuldur kemur eisini fyri uttanlands. Tá skal kortið sperrast skjótt, og er tað nú eisini nakað, ið ein sjálvur kann gera á netbankanum.

 

Fjakking er heldur ikki ókeypis. Rósa Maria og Anna savnaðu hvør uml. 50.000 kr. til sína ferð, og sama gjørdu teir báðir Robert og Rógvi (sí niðanfyri). Lán kann tá gerast neyðugt, og hava ung her góðar treytir.

 

 

62*Norð um ballingarstøð, mentanarsentralar, fjakkingartúrar o.a.

Rannvá Arnadóttir helt framløgu vegna 62* Norð. Hon viðmældi ymisk støð til ung at ferðast. Hon peikaði út ballingarstøð, eitt nú nevndi hon Magaluf í Mallorca, sum í løtuni er sera væl umtókt millum ung í Føroyum.

 

Ein fjakkingartúrur tekur langa tíð at leggja til rættis, um tað ikki er við onkrum ferðalagi. Her kann 62* Norð eisini vera ein hjálp. Eftir ynski leggja tey fegin túrar til rættis kring allan heimin ella bert veita ráðgeving.

 

At enda við greiddi Rannvá frá nýggjum tiltaki hjá 62* Norð, har bólkaferðir til Vietnam verða fyriskipaðar. Skipað verður fyri øllum - mati, ferðing, stuttligum upplivingum og mentanarligum upplivingum. Prísurin fyri tílíka ferð er 22.000 krónur, men Rannvá vil vera við, at ein fær nógv fyri peningin.

 

 

Rannvá, lærlingur hjá 62* Norð

 

 

Eitt asiskt ævintýr

Robert Heðin Brocky og Rógvi Høgnesen søgdu eisini frá sínum túri. Teir høvdu í yvir tríggjar mánaðir ferðast runt í Thailandi, Malaysia, Singapore, Vietnam, Laos og Kambodja.

Spurdir um teir kundu siga frá onkrum serligum hendingum, sum stungu seg burturúr, sigur Robert.

 

- Tað kann eg faktisk ikki nei. Har vóru so nógvar ótrúligar upplivingar, at tað er ógjørligt at toga nakra burturúr.

 

Í so nógvum ymsum londum møtir ein eisini ymsum fólki.

 

- Har var yvirhøvur fátæksligt. Fólk vóru sum heild sera blíð við okkum, men orsakað av umstøðunum skal ein vera varugur við, at nógv eru eftir tínum pengum og royna tískil at snýta teg.

 

Teir vilja heilt víst viðmæla øðrum fólki at fara út at fjakka. Tað opnar eyguni hjá einum fyri fleiri tingum og mennir ein nógv, sum persón. Teir høvdu heilt víst gjørt tað aftur!

Sambært Robert, so er ein góður aldur at fara fyrst í 20’unum.

 

 

Rógvi og Robert

 

 

Hav tryggingarviðurskiftini í lagi

Katrin Dahl, tryggingarráðgevi í Trygd, greiddi frá týdninginum í at hava tryggingarviðurskiftir í lagi.

 

- Tað kostar nógv at tryggja seg, men tað er ein lætti at hava, skuldi onkur komið illa fyri.

 

Komin illa fyri, verður meint við, um ein gerst sjúkur, verður stolin frá, fær skaða o.s.fr.

 

Hon førdi eisini fram, at tey eru ofta komin fyri, at fólk ikki goyma kvittanir frá skaðastovum ella ikki fáa fatur á politiraportum, um onkur hevur verið úti fyri stuldri.

 

- Vit noyðast dokumentatión, fyri at vit kunnu dekka. Vit vita, at tað er keðiligt í summum førum, men soleiðis er tað bara. Eg vóni, at við slíkum tiltaki kann eg í hvussu so er tryggja, at hesi fólkini ikki koma í slíka støðu seinni viðvíkjandi endurgjaldi.

 

Í steðginum borðreiddi No 12 við tvíflísum og djúsi. Hetta var ókeypis, so tey høvdu sjálvsagt nokk at gera

 

 

Yngra ættarliðið leitaði sær eisini niðan. Møguliga komandi fjakkarar?

 

 

Í steðginum var eisini plátuvendari, sum diskaði up-beat tónleik

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.