- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjakkararáð: Blandað
Fjakkararáð: Blandað
Blandaði fjakkararáð frá fjakkarum til fjakkarar
16.02.2017 - 23:00
Millum ungar føroyingar – og kanska serliga lutfalsliga nýfloygdar pisur – er rættiliga vælumtókt at fara út í heim á fjakkaraferð. Um hetta er ein summartúrur við Interrail í Evropa ella ein vetrartúrur í Asia, so er tað ofta ein verulig menningarferð, har fjakkarin lærir eina rúgvu um heimin og víðkar sín sjónarring. Tó er ikki neyðugt at læra alt tað praktiska, sum aðrir fjakkarar longu hava lært, umaftur. Her eru nøkur praktisk ráð frá fjakkarum til fjakkarar.
Blandað ráð:
- Fá tær ein góðan ryggsekk. Ryggsekkurin er títt heim á ferðini, og um hann ikki situr væl á rygginum, so fert tú allarhelst at angra tað, tá tú fært ilt av honum. Minst eisini til, at góðir ryggsekkir eru ymiskir fyri kvinnur og menn, tí kropparnir eru ymiskir. Minst eisini til at fáa eina stødd, sum passar tær. Tað ber væl til at liva í einum 50 litra ryggsekki í fleiri mánaðir (serliga í heitum londum), men um tú skaðar tær ryggin, tí viðførið er ov tungt, so ber illa til at fáa nýggjan rygg.
- Minst til at tryggja teg. Føroysku tryggingarnar eru fínar, men um tú ikki hevur fastan bústað í Føroyum, so ber til at tryggja seg gjøgnum eitt nú worldnomads.com.
- Kanna, at tú hevur eitt ‘ticket number’. Um tú hevur bílagt í góðari tíð, og okkurt verður broytt við flogfarinum, so kann ferðaskrivstovan hava gloymt at uppdatera tín flogferðaseðil. Føroyskir fjakkarar hava upplivað ikki at sleppa við flogfarinum av hesari orsøk. Um hetta hendir, skalt tú fáa váttan fyri, at tú hevur verið á flogvøllinum, tí ferðaskrivstovan fer allarhelst at siga, at tú ikki møtti upp. Tað kann taka nakrar mánaðir, men ver áhaldin, so kanst tú fáa pengarnar aftur.
- Um tú vilt møta øðrum fjakkarum, so er smart at sova í sovisalum (dorms). Tó gerast best umtóktu ungdómsvallaraheimini ofta full, so tað er eitt gott hugskot at bíleggja nakrar dagar frammanundan heldur enn bert at detta inn á gólvið. Slík vallaraheim skipa eisini ofta fyri hugnaligum tiltøkum.
- Lær av øðrum. Brúka ferðabøkur sum Lonely Planet og heimasíður sum tripadvisor.com. Lonely Planet er ein tann best umtókta ferðabókin í heiminum, men byggir á, hvat nakrir fáir rithøvundar halda, men hesar hava aloftast eisini ein stuttan søguligan og mentanarligan part um landið/staðið. Á eitt nú tripadvisor fært tú ummælir frá øðrum feraðandi av hotellum, vallaraheimum, matstovum, støðum o.s.fr. Um tú hevur gleði av hesum, skriva so eisini tíni egnu ummæli, so onnur eisini kunnu læra av tínum upplivingum. Tað kann vera eitt hugskot at taka appið niður og síðani skriva eitt stutt ummæli á telefonini, beint áðrenn tú fert av matstovuni, tí so nýtist tær ikki hugsa um tað seinni.
- Ver eitt sindur lokal/ur. Royn lokala matin og lær at siga hey, takk og skál á lokala málinum. Eisini kanst tú leita eftir matskeiðum ella skeiðum í øðrum, sum staðið er kent fyri, um tær dámar væl aktivar ferðir.
- Vesini kring knøttin eru ikki altíð so dámlig og hava ikki altíð vesipappír, vatn og sápu, sum vit eru von við úr Føroyum. Tá kann vera hent altíð at hava ein lítlan pakka av pappíri og hondspritti uppi á sær at gera vesitúrin meiri tespiligan við.
- Um tú eisini ert ein av teimum, ið altíð óruddar taskuna og ongantíð finnur nakað aftur, so kann vera smart at skipa ryggsekkin eftir tí. Kanska tú kanst pakka í plastposar og koyra allar sokkar í ein posa, blusur í ein o.s.fr. So nýtist tær ikki at róta runt í allari taskuni, tá tú skalt hava eina reina t-shirt, men bara júst tann posan. Somuleiðis kann vera smart at hava ein posa bert til vaskiklæðir. So er tað klárt, tá tú kemur fram við einum vaskaríi, og reinu klæðini fara ikki at lukta.
- Hav eitt lítið heingilás við tær. Ofta hava vallaraheim smá skáp, sum tú kanst leggja virðismiklar lutir í – hetta er serliga galdandi, tá tú svevur í sovisalum saman við øðrum. Tú kanst allarhelst keypa heingilás úti í heimi eisini, men tað kann vera strævið at skula leita eftir tí seint á kvøldi, tá tú troytt/ur kemur á vallaraheimið.
- H. C. Andersen segði, at at ferðast er at liva. At liva má eisini kunna tulkast sum at njóta, og viðhvørt er tað at njóta bara at slappa av og hugsa um alt tað, tú longu hevur upplivað. Hav tá ikki ringa samvitsku av at hyggja at onkrari sjónvarpsrøð ella av at lesa eina góða bók. Heilin hevur kanska bara brúk fyri at viðgera alt, tú hevur sæð í frið og náðum.
- Lurta heldur enn at øsa teg um eitt nú grind. Grindamálið er komið væl runt í heiminum, og um fólk kenna Føroyar, so er tað aloftast frá fótbólti, ella tí vit drepa grind. Áðrenn tú sópar teirra hugsanir av vegnum, lurta so eftir, hvat tey hava at siga, og kom síðani á við tínum egnu hugsanum á ein siðiligan hátt.
Les eisini:
Úr 62˚N og út í heim: Koppseting, visum og VISA kort
Ting, tú burdi gjørt, áðrenn tú fert at lesa!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |