Søkja umaftur eftir aðalstjóra

Søkja umaftur eftir aðalstjóra
Løgmaður hevur gjørt av at lýsa aðalstjórastarvið í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum av nýggjum
 
03.06.2016 - 13:38

Tað hevur drigið út at seta nýggjan aðalstjóra í Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Og tað fer at draga enn longur út, sambært eini fráboðan frá Løgmansskrivstovuni.

- Hóast skikkaðir umsøkjarar eru til starvið, eri eg, út frá einari heildarmeting, komin til ta niðurstøðu, at best er at lýsa starvið av nýggjum, sigur løgmaður.

Tíggju umsóknir vóru til aðalstjórastarvið, tá tað varð lýst leyst. Av teimum tíggju vórðu tvær umsóknir tiknar aftur, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Starvið sum aðalstjóri í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum skuldi eftir ætlan verða sett fyrsta mai. Starvið varð lýst leyst í februar, og freistin at søkja starvið var 7. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858